Mynd: KVF
Partarnir hava samráðast í dag, og samráðingarnar halda fram í morgin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna eru nú farin undir at samráðast um handverkarasáttmálan, sum gongur út 1. oktober í ár.
Partarnir handaðu krøvini í farnu viku, og í gjár fóru partarnir undir samraðingarnar.
Partarnir samráðast aftur í dag, og avtalað er, at samráðingarnar halda fram í morgin.
Hvussu samráðingarnar ganga, er ikki greitt, tí eingin vil siga nakað um samráðingarnar, og heldur ikki um krøvini sum partarnir hava latið hvørjum øðrum.
Tá arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir samráddust í vár og í summar, var úrslitið ein lønarhækking upp á 8,5 prosent. Tað var hægsta lønarhækkingin, sum arbeiðarafeløgini hava fingið í 20 ár.
Deil á Facebook