Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.07.2025 10:00

Samlaði útlánsvøksturin 5,5% í mai

Landsbanki Føroya

Í mai 2025 var útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum 5,5% roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.

Útlánsvøksturin hevur verið minkandi síðani ársbyrjan 2024, men er síðani byrjan av 2025 vaksin eitt vet, sí mynd 1. Føroysku bankarnir høvdu útlán til føroyskar kundar fyri 20,3 mia. kr. í mai 2025. Í mai í fjør vóru útlánini 19 mia. kr., og tey eru tí økt við 1,3 mia. kr. í hesum tíðarskeiði.

Tað eru bæði húsarhaldini, kommunurnar og vinnan, ið hava økt um lántøkuna.

Mynd 1 Útlánsvøksturin í føroysku bankunum

Útlánini eru økt til húsarhaldini frá føroysku bankunum, meðan tey hava staðið í stað frá donsku realkredittstovnunum hetta seinasta árið; útlánini frá føroyskum bankum til húsarhaldini eru økt við 700 mió. kr., meðan útlán frá donskum realkredittstovnum til føroyingar vóru áleið eins stór í mai 2025, sum í mai 2024. Í mai 2025 vóru útlánini 3,5 mia. kr. frá realkredittstovnunum og 11,1 mia. kr. frá føroysku bankunum til húsarhaldini.

Kommunurnar hava økt um skuldina við 114 mió. kr. í tíðarskeiðinum mai 2024 til mai 2025, og tær skylda tilsamans nærum 1,8 mia. kr. Burturav hesi upphædd skylda eitt nú Tórshavnar kommuna góðar 600 mió. kr. og Klaksvíkar kommuna nærum 500 mió. kr., meðan Runavíkar kommuna skyldar góðar 200 mió. kr. (ársendi 2024).

Vinnan hevur skuld í føroysku peningastovnunum á nærum 7 mia. kr. (mai 2025), sum er 400 mió. kr. meira enn í mai 2024.

Meginparturin av útlánunum hjá føroysku bankunum fara til húsarhald og privatu vinnuna (mynd 2), men lántøkan hjá kommunum og almennu fyritøkunum er økt lutfalsliga nógv seinastu árini (mynd 3).

Útlán til kommunur og almennar fyritøkur eru ikki heft við eins stórum váða fyri bankarnar, sum útlán til privatu vinnuna, tí sera lítil vandi er fyri, at ein kommuna ella almenn fyritøka fer í gjaldsteðg, tí um so er, tekur landið sannlíkt yvir.

Mynd 2 Útlán býtt á geirar

Mynd 3 Gongd í útlánum býtt á geirar

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrr hálvu 2025 her.