Landsbanki Føroya
Privata eftirlønaruppsparingin í føroyskum pensjónsfeløgum ella bankum, var í 2023 nærum 10,1 mia. kr. Harafturat áttu føroyingar privatar eftirlønaruppsparingar í donskum pensjónsfeløgum fyri nærum 3,1 mia. kr. í 2023.
Privata eftirlønaruppsparingin í føroyskum pensjónsfeløgum ella bankum, var nærum 10,1 mia. kr. í 2023, sí mynd 1. Føroyingar eiga eisini eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum á 3,1 mia. kr.
Av eftirlønaruppsparingini í Føroyum eru góðar 6,4 mia. kr. forskattaðar og 3,6 mia. kr. skulu skattast við útgjald. Eftirlønaruppsparingin í Danmark á 3,1 mia. kr. skal skattast við útgjald. Tað vil siga at umleið helvtin av eftirlønaruppsparingini er forskattað.
Samlaða eftirlønaruppsparingin vaks ikki í 2022 samanborið við 2021 orsakað av kursfalli í 2022, sí mynd 1. Privata eftirlønaruppsparingin svaraði til 49% av BTÚ í 2023.
Mynd 1 Privat eftirlønaruppsparing í Føroyum

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.