Lesarabræv
VAP-framleiðslan á Bakkafrost er lækkað úr 28.000 tonsum niður í 9.000 tons, síðani samgongan broytti tøkugjaldið.
140 fólk mistu arbeiðið. Tað leggur samgongan onki í. Uni Holm Johannesen sigur, at alivinnan forvinnur meiri pengar, og tí hevði Bakkafrost helst sagt hesi fólkini úr starvi allíkavæl, tí tað loysir seg betri ikki at víðarigóðska laksin. Men um tað var satt, so hevði Bakkafrost fyri langari tíð síðani steðgað við VAP-framleiðsluni.
Men tað hevur verið DNA’ið hjá bakkafólkunum at víðarivirka rávøruna. Tað gjørdu tey við sildini í 60’unum og 70’unum. Tað gjørdu tey við svartkjaftinum fyrst í 80’unum. Og tað hava tey gjørt við laksinum seinastu 30 árini.
Tað hevur altíð verið eitt ynski hjá bakkafólkunum at skapa arbeiði og livibreyð fyri síni medmenniskju. Tað finnast nógvar og hugtakandi søgur um, hvussu tað lá teimum á hjarta at hjálpa fólki, sum stóðu illa í tí, við at geva teimum arbeiði og livibreyð. Hetta er nakað, sum sitandi “arbeiðaravinarligu” flokkar onki leggja í. Nú snýr tað seg um at skaffa pengar til val-lyftini, og teir eru at finna í alivinnuni. Og so letur man boðskapin í vøkur orð sum tilfeingisgjald, grundrentu, leigu av firðum og you name it. Men fyrstu 30 árini gav alivinnan samlað hall. Tá vóru firðirnir altso onki verdir, um hugt verður eftir úrslitinum.
Tað er ein stór andsøgn í, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at virðisøkja botnfiskin, meðan samgonga samstundis tekur beinini undan virðisøking av alifiski, sum gevur arbeiði til 300 fólk og sum hevur 30 ár á baki.
Bill Justinussen