Eysturoyar Tjóðveldisfelag & Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri framløgu í Kolshøll á Eiði tann 8. februar. kl. 19.00.
Tey skriva soleiðis um tiltakið:
Okkara góðu farleiðir eru avgerandi fyri okkara tjóðarbygging, men hvat hava vit ráð til frameftir? Hvat og hvussu raðfesta vit ?
Hava vit ráð til ein suðuroyartunnil? Hava vit ráð at lata vera?
Hesir og aðrir spurningar um okkara undirstøðukervi verða settir og svaraðir tann 8. februar, tá Eysturoyar Tjóðveldisfelag og Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag í felag skipa fyri einum almennum tiltaki við áhugaverdum framløgum og pallborðskjaki.
Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður og Sámal Matras, samfelagsfrøðingur hava framløgur, og manna síðani eitt pallborðskjak saman við Jógvan Jón Henriksen, sum luttekur fyri Unga Tjóðveldið. Hvat sigur ungdómurin til framtíðar Føroyar?
Hevur tú spurningar ella meiningar um hetta stóra evnið, so átti tú at komið í Kollshøll á Eiði tann 8 februar kl 19.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Fyriskipararnir (Eysturoyar Tjóðveldisfelag & Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag)
