Lesarabræv
Sambandsflokkurin hevur gjørt eina spurnarkanning, sum sigur, at 59% av Føroyingum ynskja at “Føroyar eiga at fáa størri heimildir, men innanfyri ríkið”. 25% ynskja at “Føroyar skulu loysa frá Danmark”, meðan 16 halda at Ríkisrættarliga støðan skal halda fram óbroytt.
Hetta tulkar Sambandsflokkurin sum, at fólk taka undir við politikkinum hjá Sambandsflokkinum. Men tað er púra misskilt, tí tað er beint øvugt.
Kanningin vísir, at fólk taka undir við semjuni sum 5 av 6 flokkum eru gingnir saman um, og har bert Sambandsflokkurin liggur uttanfyri ávirkan.
Tí tjóðarsemjan snýr seg nemliga um at “fáa størri sjálvræði innanfyri ríkið”.
Sambandsflokkurin er í størri mun umboðaður av teimum á leið 16%, sum onga broyting ynskja. Tí hóast Sambandsflokkurin roynir at fortelja eina aðra søgu, so er tað í veruleikanum tað, sum tey ganga inn fyri. Tí loysnin hjá teimum er at fáa fleiri heimildir innan verandi ríkisrættarligu støðu, men tað ber snøgt sagt ikki til. í ávísum førum mæla tey enntá til, at vit skulu MISSA heimildir, t.d. á rættarøkinum.
So annaðhvørt mugu tey flyta seg til at vilja arbeiða uttanfyri ríkisrættaligu karmarnar sum eru galdandi nú, ella mugu tey fortelja almenningin at tey ikki ynskja broytingar. Tí hasi bæði tingini kunnu heilt einfalt ikki sameinast, soleiðis sum støðan er í dag.
Og tað eru bara tveir møguleikar:
Annahvørt veit Sambandsflokkurin av hesum, men letst ikki at gera tað. Ella veit Sambandsflokkurin ikki av hesum.
Eg veit snøgt sagt ikki, hvat er verri.
Bjarni Kárason Petersen
Landsstýrismaður í Lógarmálum