Semja gjørd um “Gongd í haga”.
Eysturoyarportalurin skilir í kvøld, at samgongan, saman við Sambandsflokkinum, hevur funnið fram til eina semju um Ferðavinnulógina, eisini nevnd Gongd í haga.
Nakrir av samgongulimunum, serliga hjá Tjóðveldi og Framsókn hava verið ivasamir um málið og hava ikki vilja tikið undir við uppskotinum sum tað fyriliggur. Men nú frættist, at Sambandsflokkurin stígur inn frá síðulinjuni og bjargar samgonguni í málinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.
Sum skilst, er ætlanin at koyra málið ígjøgnum í løgtinginum til 2. viðgerð nú friggjadagin.
Deil á Facebook