Birkblog
Hyggja vit á heimasíðurnar hjá størstu skúlum í Føroyum, so finna vit frágreiðingar um lesing sum miðlandi fatan av tí, ið lisið verður. Orsøkin er, at tað hevur týdning, hvussu rætt og skjótt vit lesa. Gongur striltið at avkoda, og lesingin er ósamanhangandi við nógvum villum, ávirkar hetta fatanina.
Hetta er farið at plága Útvarpið hjá Kringvarpinum.
Sum fremsti føroyski mentanarberi, má nakað gerast við støðuna, so upplesturin, ið eigur at vera fyrimyndarligur, í minsta lagi kann fatast um samanhangandi, og so mikið meiningsskapandi, at vit skilja, hvat upplesarin, maður ella kvinna, ungur ella gamal, vil siga, frá morgni til myrkurs, til gerandis og heilagt.
Les meira her: Samanhangandi lesing
