Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.02.2026 14:52

Saman standa vit sterkari!

Lesarabræv

Veljarakanningin, sum Portalurin og FM1 hava gjørt, vísir greitt, at hinir loysingarflokkarnir ikki hava undirtøku millum føroyska fólkið at loysa!

79% av føroyingum ynskja at varðveita ríkisfelagsskapin. 


Sambandsflokkurin hevur við útspælinum, “Nýtt Samband”, víst á, at ríkisfelagsskapurin ikki má standa í stað, tá heimurin alsamt broytist, og tí mugu dagføringar gerast.


Nýtt Samband leggur upp til dagføringar, ið endurskoða støðu okkara í ríkisfelagsskapinum, men kortini varðveita fyrimunirnar hjá føroyingum.  

Veljarakanningin er eitt greitt tekin til loysingarsemjuna hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn, Miðflokkinum og Fólkaflokkinum um at sleppa loysingarætlanunum. Droppið ideologiskan ørskap og latið okkum heldur samstarva um, hvussu vit menna ríkisfelagsskapin og tryggja føroyingar í felag.

Saman standa vit sterkari og í ríkisfelagsskapinum eru vit ríkari!

Bárður á Steig Nielsen

Formaður Sambandsfloksins