Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.12.2022 11:53

Sámal Toftanes framsýning í Ribarhúsi

Mynd: Sámal Toftanes

Í morgin, sunnudagin 11. desember klokkan 16.00, letur Sámal Toftanes upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.

Við á framsýningini eru umleið 20 málningar.

Til ferniseringina fer Bárður at framføra okkurt lag, og ein góður drekkamunnur verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Framsýningin er opin allan desember. Opið er mánadag til fríggjadag kl. 15.00 – 17.30 og leygardag kl. 11.00 – 14.00.