Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2023 08:54

Sama mynstur í meira enn hundrað ár

Mynd: Løgtingið

(Triðji partur av seks greinum um politisk val í Eysturoynni)

Á valinum í 1903 (trý ár áðrenn floksbýtið) blivu fýra menn valdir í Løgtingið fyri Eysturoynna. Hesir vóru Jógvan Poulsen, á Strondum, Jacob F. Olsen í Oyndarfirði, Thomas Juul Petersen í Fuglafirði og Andreas Weihe á Selatrað. Umframt hesar fýra valdu tingmenninar, hevði Prósturin, Fríðrikur Petersen, á Nesi, eisini fast sæti í Løgtinginum. 

Eftir floksbýtið í 1906 blivu allir hesir fimm menninir partur av Sambandsflokkinum, og prósturin bleiv formaður í nýstovnaða flokkinum. Tann eini av teimum (Jacob F. Olsen) var ikki tingmaður árini 1906 til 1910, men hann kom aftur í løgtingið í 1910, og var tá partur av Sambandsflokkinum.

Fýra av sambandsmonnunum, sum vórðu valdir í 1906. Frá vinstru eru teir: Niclas Djurhuus úr Sumba, Jóhan C. F. Dam úr Kollafirði, Jógvan Poulsen av Strondum og Óli Niklái Skaalum úr Hvalba (Mynd: Wikipedia)

Tað at allir tingmenninir, sum høvdu umboðað Eysturoynna, fóru uppí Sambandsflokkin, hevur givið Sambandsflokkinum ein sera “góðan start” í oynni. 

Valið í 1906 var 18. juli (tað vil siga ein mánað áðrenn almennu fráboðanina um, at fyrsti flokkurin var stovnaður), men hóast floksbýtið ikki formliga varð veruleiki sjálvan valdagin, so høvdu rembingarnar í tíðini undan valinum meira ella minni ført til eitt veruligt floksbýti.

Um vit hyggja eftir valúrslitinum í 1906, so fekk Sambandsflokkurin (ella tað sum seinni bleiv Sambandsflokkurin) 79,5 prosent av atkvøðunum í Eysturoynni, men bara 62,4 prosent av samlaðu atkvøðunum fyri alt landið. Sjálvstýrisflokkurin sum fekk 37,6 prosent av atkvøðunum fyri alt landið, fekk bara 20,5 prosent av atkvøðunum í Eysturoynni. 

Javnasta úrslitið sum flokkarnir nakrantíð fingu, meðan bara tveir flokkar vóru á tingi, var á valinum í 1918. Tá fekk Sambandsflokkurin 50,3 prosent av samlaðu atkvøðunum og Sjálvstýrisflokkurin 49,7 prosent. Men í Eysturoynni fekk Sambandsflokkurin 75,6 prosent av atkvøðunum og Sjálvstýrisflokkurin 24,4 prosent. Tað vil siga, at Sambandsflokkurin fekk meira enn tríggjar ferðir so nógvar atkvøður sum Sjálvstýrisflokkurin í Eysturoy, hóast flokkarnir samanlagt vóru umleið líka stórir.  

Men onkrar bygdir í Eysturoynni hava brotið fullkomiliga frá restini, hvat floksbýtinum viðvíkur. Eitt dømi er Gjógv, har Sjálvstýrisflokkurin og seinni Tjóðveldi, hevur verið nógv størri enn Sambandsflokkurin. Í 1936 vóru 100 fólk á vali við Gjógv. Sambandsflokkurin fekk 2 atkvøður og Sjálvstýrisflokkurin 98.

Bústaðurin hjá floksformanninum kann hava týdning

Tað ber illa til at siga við fáum orðum, hví fólk velja sum tey velja. Tað kunnu vera rættiliga nógv ting, ið eru við til at avgera tað. Men uttan iva hevur kennskapur nógv at siga. Tað at veljarin persónliga kennir valevnið ella politikaran, ella á annan hátt heldur seg vita, hvat viðkomandi stendur fyri, hevur uttan iva ávirkan á, at fólk velja henda persónin. Eisini vísir tað seg, at tá fólk fyrst hava valt ein flokk, so hava nógv lindi til at blíva kjarnuveljarar hjá flokkinum. Tað hevur tí uttan iva verið ein fyrimunur fyri Sambandsflokkin, at allir tingmenninir í Eysturoynni blivu partur av flokkinum. Harvið fekk flokkurin nógvar atkvøður í oynni, og stórur partur av veljarunum blivu kjarnuveljarar. 

Gomul mynd av Prestagarðurin á Nesi har m.a. Fríðrikur Petersen starvaðist sum prestur (Mynd: Tjóðsavnið)

Eitt annað, sum eisini sær út til at hava ávirkan á, hvar fólk seta krossin, er spurningurin hvar floksformaðurin (tann mest framstandandi ímyndin av flokkinum) býr. Vit vita til dømis, at Javnaðarflokkurin gjøgnum tíðirnar hevur staðið rættiliga sterkur á Tvøroyri, har Petur Mohr Dam, og seinni Atli Dam, búðu. 

Hjá Sambandsflokkinum var støðan tann, at Fríðrikur Petersen, sum var floksformaður frá 1906 til 1917, var eysturoyingur, og aftur frá 1924 og líka til 1970 vóru eysturoyingar formenn í Sambandsflokkinum. Tað hevur uttan iva eisini havt sína ávirkan. 

Her skal tó sigast, at heitið floksformaður hevur ikki altíð havt sama týdning. Fyrstu nógvu árini vóru flokkarnir ikki skipaðir við landsnevnd og øðrum fyriskipanarligum nevndum, og tí var ein flokkur at rokna sum ein tingbólkur. Floksformenn vóru tí í roynd og veru tað, sum í dag verður kallað tingbólkaformenn. Serliga fyrstu árini eftir Heimastýrislógina var vanligt, at landsstýrisfólkini og løgmaður ikki vóru floksformenn. Til dømis legði Andrass Samuelsen frá sær sum floksformaður, tá hann bleiv løgmaður. Nú á døgum er vanligt, at ein løgmaður er eisini formaður í flokkinum, sum hann umboðar.

Í 1954 var Tjóðveldisflokkurin størri enn Sambandsflokkurin í Eysturoy

Hóast nógvir veljarar eru kjarnuveljarar, sum so at siga altíð velja sama flokk, so hendir tað seg meira enn so, at stórmál fáa fólk at velja øðrvísi enn tey plaga, og soleiðis hevur eisini verið í Eysturoy. Í 1954 var tiltikna fiskimannaverkfallið, sum Erlendur Paturson stóð á odda fyri. Erlendur var formaður í Fiskimannafelagnum, og hann var eisini ein av stovnarum Tjóðveldisfloksins. 

Tá trolarin Vesturskin, mitt undir verkfallinum, var við at bróta verkfallið og fara til fiskiskap, fóru eysturoyingar í stórum tala til Havnar at avmanna skipið. Hetta var sera dramatiskt, og stríðið endaði á løgtingi, har samtykt varð at hækka minstulønina. Á løgtingsvalinum hetta árið fekk Tjóðveldisflokkurin størri undirtøku í Eysturoynni enn Sambandsflokkurin. 

14. September, málgagn hjá Tjóðveldisflokkinum, boðar frá at fiskimannaverkfallið í 1954 er av (Mynd: Tíðarrit frá blaðnum 14. September)

Tjóðveldisflokkurin helt eisini á við at vera ein stórur flokkur í Eysturoynni, men so líðandi fánaði stuðulin aftur, og á valinum í 2022 fekk flokkurin 12,8 prosent av atkvøðunum í Eysturoy móti 17,7 prosentum fyri alt landið. 

Faktaboks:

Ein skemtilig søga úr Fuglafirði:

Fyrstu árini eftir floksbýtið vóru bara tveir flokkar á løgtingi. Sjálvstýrisflokkurin, við Jóannesi Paturson (Jóannes bónda) á odda hevði lista A, og Sambandsflokkurin við Andrassi Samuelsen á odda hevði lista B.

Eitt valkvøld kom ein maður inn til Andrass Samuelsen at kæra sína neyð. Hann hevði valt skeivan flokk, tí – sum hann segði: “Eg helt at A var Andrass og B var Bóndin.  

Tingmanning Sjálvstýrisfloksins 1906: Aftan frá vinstru: Jóhan Hendrik Poulsen, Skopun, Símun Pauli Konoy, Gøtu, Jóhan M. Hentze, Sandi, Mads Andreas Winther, Tórshavn. Framman frá vinstru: Dánjal Pauli Michelsen, Miðvági, Jóannes Patursson, Kirkjubø, Símun av Skarði, Føgrulíð og Zacharias Nielsen, Sandavági (Mynd: Wikipedia)

Triðji parturEysturoyarportalurin í samstarvi við Helga Abrahamsenjournalist.