Løgreglan upplýsir í morgun, at ein saltbilur hjá Landsverk fór út av vegnum á vegastrekkinum til Selatraðar í gjár.
Hendingina fór fram beint norðanfyri bygdina Morskranes har saltbilurin hjá Landsverk gleið út av í einum halli á vegnum.
Løgreglan sigur, at bilurin fór út av vegnum og bóltaði runt. Bilførarin kláraði tó sjálvur úr bilinum og fór á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Av tí saman er Selatraðarvegurin stongdur, tí løgreglan metir tað er ikki vera ráðiligt at hava vegin opnan fyri ferðslu sum nú er.