Løgmálaráðið
Sálarligur harðskapur hevur álvarsligari mein og drúgvari avleiðingar við sær enn likamligur harðskapur, og sambært heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum, er sálarligur harðskapur altíð til staðar, har onnur sløg av harðskapi eru.
Tráfylging er eitt serligt slag av sálarligum harðskapi, ið hevur sera stórar avleiðingar fyri lívið og gerandisdagin hjá tí, sum er fyri tráfylging.
Við broytingini fáa sálarligur harðskapur og tráfylging sjálvstøðugar ásetingar í revsilógini, sum skal gera tað lættari at melda slík brotsverk. Samstundis er gjørt greitt, at brot á hesar ásetingar er eitt sera álvarsligt brotsverk, sum vit sum samfelag undir ongum umstøðum góðtaka.
Fyrningarfreistin fyri brot á hesar ásetingar og brot á ásetingar, sum broyttar við samtykta uppskotinum, framd móti einum persóni undir 18 ár, verður somuleiðis styrkt. Fyrningarfreistin verður í fyrsta lagi roknað frá tí degi, at tann órættaði fyllir 21 ár, tá ið gerningsfólkið, tá ið brotsverkið varð framt, hoyrdi til ella var tætt knýtt at húskinum hjá órættaða. Broytingin er framd fyri at verja børn, sum hava verið fyri harðskapi, sum er framdur av foreldrum ella øðrum í húskinum.
Við samtyktu broytingunum fáa alment sett starvsfólk eisini betri verju móti ónáðum og ágangi. Ágangur móti alment settum starvsfólki kann hava álvarsamar avleiðingar fyri einstaka starvsfólki, men eisini fyri samfelagið sum heild. Tað er av alstórum týdningi, at alment sett starvsfólk uttan ótta og vanda fyri at vera fyri ágangi, kunnu útinna sítt starv.
Landstýrismaðurin í lógarmálum fegnast um, at Løgtingið einmælt hevur samtykt broytingarnar í revsilógini.