Sagnir & Bókmentir – Elduvík 24. august kl. 14.00-17.00
Vit seta sjóneykuna á sambandið millum menniskja, sagnir og náttúru,
og hyggja nærri at sambandinum millum ítøkilig støð í Elduvík og eldri sagnir,
sum kunnu geva íblástur til eina betri fatan av okkara samskifti við náttúruna.
Vit varpa ljós á sagnir sum keldur til vísdóm um náttúruna.
Kunnu vit seta sagnirnar í eina bókmentanarliga og heimspekisliga vistgreinandi frásjón?
Hvussu eru sagnir og munnlig mentan annars viðkomandi fyri yngri rithøvundar í dag?
Luttakarara: Kim Simonsen, Rannvá Haldisardóttir Glerfoss, Guðrið Poulsen,
Marita Thomsen, Askur Skaalum Gregersen og Vónbjørt Vang.
Skrá:
kl. 14.00 Motivering av degnum
kl. 14.30 Yrkingar í náttúruni: upplestrar & listatúrur kring bygdina
kl. 16.00 Samrøða um, hvussu sagnir kunnu geva íblástur til burðadygga atferð
kl. 16.30 Kaffi & køka hjá Fridu
Tiltakið er í høvuðsheitum á føroyskum men onkrir partar eisini á enskum.
Kuraterað av Forlagnum Eksil í samstarvi við verkætlanina Søgufrøi.
Avmarkað pláss. Atgongumerki á 195 kr (+ avgjald)
Deil á Facebook