Sunda kommuna
Hósdagin 26. juni kl 16.25 vitjar Rynkeby við Margáir.
Nú nærkast av álvara til fráferðina hjá Team Rynkeby!
Hósdagin 26. juni súkklar hópurin prologin, sum er síðsti túrur her í Føroyum, áðrenn liðini fara av landinum 4. juli at súkkla longu leiðina til París Á prologinum vitja liðini kommunur og fyritøkur, sum skipa fyri almennari móttøku.
Skráin er henda:
Kl 10.30 – 11.15: Á Helnabrekku í Klaksvík. Klaksvíkar Kommuna er vertur.
Kl 11.20 – 11.35: Klaksvíkar sjúkrahús.
Kl 12.05 – 12.30: Eystur kommuna í Norðragøtu.
Kl 13.00 – 13.20: Bakkafrost á Glyvrum.
Kl 13.25 – 13.50: Betri í Saltangará.
Kl 14.00 – 14.30: Nes kommuna, Toftir.
Kl 14.50 – 15.15: Sjóvar kommuna, Strendur.
Kl 16.25 – 16.55: Margáir, Streymnes. Sunda Kommuna er vertur.
Kl 18.35 – 19.15: Perlutorgið, Havn. Tórshavnar kommuna er vertur.
Tiltøkini eru almenn, og øll eru vælkomin at heilsa uppá og ynskja góðan túr.
Hetta er 12. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til París. Undirtøkan at vera við í felagsskapinum og áhugin at stuðla innsavningini til álvarsliga sjúk børn og familjur teirra er vaksin á hvørjum ári. Aftur í ár hava vit tvey lið: Team Rynkeby Føroyar og Team Sornfelli – ið er fjallaliðið, sum súkklar til París á øðrum sinni. Team Rynkeby Føroyar súkklar leiðina Danmark – Týskland – Holland – Belgia – Frankaríki, meðan Team Sornfelli byrjar í Geneve og súkklar í fronsku alpunum, áðrenn tey leggja leiðina norðureftir, har bæði føroysku liðini hittast og koyra saman inn til París.
Sunda kommuna ynskir Team Rynkeby alt tað besta við túrinum.