Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.12.2025 14:16

Rutt yvirhálað hjá Pomek

Mynd: KJ

Tíðindaskriv

Tollaksmessumorgun, í dýrdarveðri á vágni í Klaksvík, varð alibáturin Rutt, sum  Bakkafrost eigur, flotaður.

Báturin hevur verið á beding hjá Pomek og fingið eina  “yvirháling”.  Hann málaður frá kjøli og upp til mastratopp, umframt at vanligt viðlíkahald og aðrar ábøtur eisini eru framdar.

Pomek takkar fyri uppgávuna.

Pomek verður til KJ

Pomek ynskir viðskiftafólki og starvsfelagum eini gleðilig jól og gott nýggjár.

Somuleiðis takka vit hjartaliga fyri øll sambond og uppgávur, ið vit hava framt undir navninum Pomek. Í 2026 fer navnið Pomek í søguna og framyvir verður fyritøkan marknaðarførd sum ein sterk, lokal og týdningarmikil deild hjá KJ í Klaksvík.

Starvsfólkini verða tey somu, og eru at hitta á somu telefonlinjunum sum áður. Høvuðsnummarið verður framyvir 407000 og heimasíðan verður kj.fo.   

Deildarleiðari fyri KJ í Klaksvík er Tummas Lervig.

Myndir: KJ