Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.01.2026 10:37

Rutsjibani og EM-drama í Oslo

Teis Horn RASMUSSEN, Faroe Islands vs Switzerland, EHF Men's Euro 2026, Oslo - Baerum, Norway, 16.01.2026, Mandatory Credit © Anze Malovrh / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Føroyar spældu fyri tað mesta ein rimmar dyst og vóru á odda 19-13 góðar 5 minuttir inn í seinna hálvleik. Málturkur í 10 minuttir loyvdi tó sveisarum innaftur í dystin, og lá dysturin til Sveis seinastu løtuna. Ein bjarging og mál í seinastu sekundunum bjargaði tó einum stigi. Dysturin endaði 28-28.

Føroyar spældu ein flottan fyrra hálveik og vóru á odda 15-13 við steðgin. Verjuspælið var gott og helt áfram fyrstu løtuna inn í seinna hálvleik. Alt riggaði hjá Føroyum og leiðslan øktist heilt uppí 19-13. So kom stígur í, onkrar álopsvillur argaðu og dugnaligi málverjin hjá Sveis, Nikola Portner, hevði nakrar góðar bjargingar. Sveisarar vóru eirindaleysir næstu løtuna og komu fram um 21-19 eftir føroyska málturk í góðar 10 minuttir, meðan alt hepnaðist hjá Sveis. Okkara fingu tó steðga bløðingini, og lá dysturin og vippaði seinastu 10 minuttirnar, tó Sveis við lítlari yvirvág. Tá 40 sekund restaðu bjargaði vælspælandi sveisiski málverjin, eftir at Elias á Skipagøtu kom ígjøgnum – dagsins spælari og toppskjúttin kundi fingið okkurt, men turkisku dómararnir lótu ikki við seg koma. Pauli Jacobsen vakti tó vónina aftur við einari rimmar bjarging og høvdu Føroyar beint yvir tíggju sekund at javna í. Elias legði trýstið og Vilhelm Poulsen fekk smoygt seg ígjøgnum og javnaði til 28-28. Sveisarar skutu bóltin av miðjuni í málið, men var tíðin tíbetur farin eftir at dómararnir høvdu eftirhugt á video.

Ein rimmar dystur frammanfyri heimsins bestu áskoðarum, helst hin størsta føroyska áskoðarafjøldin til eitt ítróttartiltak. Tilsamans 7216 áskoðarar, har helst einir 6.000 mundu verða føroyskir. Næsti dystur hjá Føroyum verður sunnudagin móti Montengro, sum taptu tepurt41-40 móti Slovenia í kvøld.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (4)
Óli Mittún 7
Vilhelm Poulsen 4
Leivur Mortensen 2
Pauli Mittún 2
Teis Horn Rasmussen 2
Ísak Vedelsbøl 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 8/32 25%