Lesarabræv
Russisk skip, sum eru undir illgruna fyri njósning og sabotasju, skulu ikki hava atgongd til okkara sjóøki og havnir. Tað mugu vit tora at boða russum frá.
Hóast eg haldi, at stjórnin átti at avrikað hetta fyrr, haldi eg, at landsstýriskvinnan í uttanríkismálum ger tað einasta rætta nú, tá hon leggur eitt uppskot fyri løgtingið, um at loyva landsstýrinum at útihýsa ávísum russiskum fiskiskipum.
Hetta stigið sendir eitt signal um, at vit standa saman við okkara grannatjóðum og Vesturheiminum.
Danmarks Radio hevur gjørt samrøða við Jacob Vestergaard, løgtingslim hjá Fólkaflokkinum, sum heldur fast um, at vit ikki skulu svartlista russisku skipini. Hansara høvuðsargument tykist at vera, at eingin skal fortelja okkum, hvat vit skulu gera.
Tað er í lagi at vera prinsipfastur – men alt við máta. Tá talan er um ein so álvarsaman spurning, sum trygdina í Evropa, so haldi eg, at trygd hjá okkum øllum má koma í fremstu røð.
Reiðaríini Norebo og Murmans Seafood, ið er reiðaríir hjá skipunum, sum eru undir illgruna fyri njósning og sabotasju, hava tætt sambond við Putin, og óvissa er um eigaraskapin hjá hesum reiðaríum. Illgruni er um, at reiðaríðini fíggja beinleiðis kríggið hjá Russlandi móti Ukraina.
Noreg og EU hava longu svartlistað hesi skip. Eg haldi tað vera sjálvsagt, at skip, ið eru undir illgruna fyri njósning og sabotasju, ikki eru vælkomin í Føroyum.
Vit vita í veruleikanum ikki, hvat hesi fiskiskipini hava til endamáls. Men vit hava greiðar ábendingar um, at tey ikki bara hava verið í Noreg og fiskað, og tí haldi eg ikki, at vit skulu taka kjansin.
Vit eru einasta land í Evropa, ið ikki fylgir kósini, sum Evropa hevur sett. Er tað veruliga tað vit vilja?
Vestergaard sigur í samrøðuni við Danmarks Radio, at vit ikki skulu velja síðu í krígnum millum Russland og Ukraina, men hann staðfestir eisini at: “Vi er imod krig.” Hetta er ein mótsøgn. Eru vit ímóti kríggi, so mugu vit eisini vísa tað í verki. Kann man siga seg vera ímóti kríggi og samstundis bjóða krígsførandi skipum fría atgongd til okkara havnir?
Blíva vit við at loyva russum at fartast í okkara sjóøki, er vandi fyri, at okkara egna støða í Evropa versnar.
Hetta er ikki bara ein fíggjarligur spurningur, men ein spurningur um trygd og felags ábyrgd.
Fyri ikki at sita uttanfyri, so haldi eg, at vit skulu fylgja tí leisti, sum Evropa hevur lagt og gera tað sama sum londini rundanum okkum: og tey svartlista russisku skipini.
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi.