Løgmálaráðið
– Tað hevur seinastu árini verið ein avbjóðing at siti við ábyrgd av Posta, ið hevur havt støðugt fallandi virksemi, tí fólk eru næstan givin at senda brøv. Samstundis hevur Rúsan kært sína neyð um hølisviðurskifti. Eg bað tí leiðslurnar á Posta og Rúsuni um at kanna, um tað var eitt hugskot at gera ein leigusáttmála. Eftir at leiðslurnar hava tosað saman í eina tíð, varð mett, at eitt samstarv kundi vera til gagns fyri báðar partar.
Tí fegnist eg um, at sáttmáli nú er gjørdur, so at høvuðsdeildin á Skálatrøð og søludeildin í Miðlon kunnu flyta inn í høvuðsbygningin hjá Posta á Óðinshædd, sigur Bjarni K. Petersen landsstýrismaður í lógarmálum.