Fimleikagalla 2023 var hildið í gjár. Ársins venjari/venjaratoymi á mannfólkasíðuni í amboð gjørdist Rúni Lamhuage úr Støkk.
Dómsnevndin segði soleiðis um orsøkina til heiðurin:
Fimleikafelagið Støkk hevur í ár havt tann heiður at hava føroyskan høvuðsvenjara, sum er Rúni Lamhauge.
Hann hevur saman við sínum toymi megnað at lyft tekniska støðið við áhaldandi at søkja sær kunnleika, frá professionellum venjarum uttanlands.
Í vár var toymið saman við fimleikarunum á venjarlegu í Íslandi. Har fingu tey nógvan íblástur, av tí at tey vandu saman við íslendskum fimleikarum á høgum støði.
Rúni stendur á odda fyri hvørjari venjing og megnar hann, saman við toyminum, at fáa eldhugaðar fimleikarar, sum við støðugari venjing betra sín fysiska form, og við tað at toymið samstarvar væl, mennast fimleikararnir bæði kropsliga og sálarliga.