Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.01.2026 15:18

Runavíkar kommuna: Opið hús á Høgabóli og avdúking av vinnara

Runavíkar kommuna

Fríggjadagin, hin 9. Januar, bjóðar Runavíkar kommuna til opið hús í nýumvældu ráðhúsunum á Høgabóli.

Opið hús verður frá kl. 15 til 17, tá vinnarin av verkætlanarkappingini Glyvra skúli og musikkskúli verður avdúkaður.

Fimm arkitektafyritøkur/samtøk lótu inn hugskot til sniðgeving og heildarráðgeving av næstu stóru verkætlanini í Runavíkar kommunu. Hesi vóru:

  • BBP
  • Henning Larsen
  • MAP
  • SNA
  • ZETA

Til høvið vera øll innkomnu uppskotini sýnd fram, so tilber at síggja, hvussu komandi menningar- og mentanardepilin í kommununi fer at síggja út.

Á skránni vera harumframt røður, tónleikur og søtt ábit.

Øll eru hjartaliga vælkomin á Heiðavegi 54!