Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.09.2025 21:51

Runavíkar kommuna: Heimapartar frá grindini í Fuglafirði

Runavíkar kommuna boðar frá í kvøld, at heimapartar verða skornir upp á hesum støðum í kvøld kl. uml. 22:30-23.00:

– Við bátahylin á Skála

– Við bátahylin í Skálafirði

– Á kaiini í Oyndarfirði

– Við bátahylinum á Bakka (Rituvík, Æðuvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lamba, Lambareiði, Skipanes og Søldarfjørður).

Heitt verður á fólk um at hjálpa til við, at skera upp.

Heimapartar vera býttir út sunnumorgunin kl 10.00 

Eisini verður heitt á fólk um at hava egin íløt við.