Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2025 10:50

Runavíkar Havn fær vitjan av tveimum ferðamannaskipum

Runavíkar Havn skrivar soleiðis:

Runavíkar Havn fær, enn einaferð, vitjan av tveimum ferðamannaskipum í næstum.

Sunnudagin 1. juni liggur Island Sky frá reiðarínum Noble Caledonia við bryggju frá middegi til morgunin eftir. Umborð eru umleið 100 ferðafólk, og manningin telur 75 fólk.

Týsdagin 3. juni vitjar Ambition frá Ambassador Cruise Line við umleið 1200 ferðafólkum og eini manning uppá 670 fólk.

Tor Shipping er umboðsfelag hjá báðum skipum.