Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.09.2024 08:55

Rúmdarmaður vitjar Runavíkar kommunu

Mynd: Runavíkar Kommuna

Runavíkar Kommuna

Í mai í fjør vitjaði amerikanski rúmdarmaðurin Andrew J. Feustel Runavíkar kommunu, og í dag var túrurin komin til danska starvsbróðurin Andreas Mogensen. Føroyingurin David Arge Klevang Petersen hevur fylgt báðum á ferðunum.

Løkshøll var fullsett í morgun kl. 10, táið løtan saman við Andreasi byrjaði. Skúlin við Løkin hevði bjóðað næmingum í Tofta- og Stranda skúla til fyrilesturin, og tað kendist alt fyri eitt, at áhugin var stórur fyri evninum.

Borgarstjórin hugleiddi um týdningin sum rúmdarverkætlanir hava havt fyri serliga ta tøkniligu menningina í nýggjari tíð, táið hann bjóðaði gestinum og áhoyrarunum vælkomnum. David segði nøkur orð og síðan fekk Andreas orðið.

Eftir fyrilesturin var farið inn í býráðssalin á Glyvrum, har kommunan beyð gestinum og fylgisveinum hansara ein bita afturvið einari frágreiðing um Runavíkar kommunu.