Sunda Kommuna
Faldarin um ruddingardagin 18. mai 2024 verður borin út til øll húski í kommununi í vikuni
Aftur í ár verður skipað fyri almennum ruddingardegi í Sunda kommunu.
Vónandi eru fleiri tykkara ið ynskja at takja lut í at halda Sunda kommunu reina og ruddiliga. Eitt upplagt høvið at koma hvørjum øðrum við, vera hugbundin og fáa eina hugnaliga løtu saman.
Skrá fyri ruddingardagin
Byrja verður kl. 9:30 á hesum støðum:
Fólk á Oyri, Oyrabakka og við Norðskála: Á Torginum í Skúlanum við Streymin
Fólk í Hósvík: Í bygdarhúsinum í Hósvík (kjallarin)
Fólk í Hvalvík, Streymnesi og Saksun: Í róðrarneystinum í Streymnesi
Fólk í Haldórsvík og á Langasandi: Á fiskavirkinum í Haldórsvík
Byrja verður við morgunmati kl. 9:30 og síðan verður ruddað í nærumhvørvinum.
Sunda kommuna bjóðar øllum til smyrjibreyð og okkurt drekkandi kl. 13:00.
Plantugávur verða útflýggjaðar eftir miðmálan
Tjørnuvík: ruddað verður í juni – nærri dagseting verður kunngjørd seinni.
Gjógv: ruddað verður 25. mai. Byrjað verður við morgunmati í bygdarhúsinum kl. 10.00