Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.05.2025 09:26

Ruddingardagur í Sjóvar kommunu 10. mai

Sjóvar kommuna

Leygardagin, 10. mai 2025, verður árligi ruddingardagurin í Sjóvar kommunu.

Byrjað verður við morgunmati á hesum støðum kl. 9.00:

  • í missiónshúsinum á Selatrað
  • Geilin 15, Innan Glyvur
  • í bygdahúsinum á Strondum

Tosað verður um, hvar ruddast skal, og hvør fer hvar. Vit hava býtt bygdirnar upp og sett ábyrgdarfólk til hvørt øki.

Um tit vita um serstøk øki, sum treingja til at verða ruddaði og/ella hampaði, eru tit vælkomin at skriva til bardur@sjovar.fo ella ringja á tlf. 232725.

Um tíð og manning loyvir tí, er ætlanin at fríðka um onkunstaðni í kommununi – meir kunning um tað seinni.

Øll, sum hava ruddað, verða boðin til døgurða í bygdahúsinum kl. 13.00. Eftir døgurðan verður bygdaquiz á skránni.

Ruddingardagin er bingjuplássið stongt.