Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.05.2025 11:25

Ruddingardagur í Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna

Tann ljósa tíðin er komin, og plantulívið er so smátt byrjað at spíra. Runavíkar kommuna heitir aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini, og á tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.

Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum, har tey búgva. Soleiðis verður ruddað:

Oyndarfjørður

Oyndarfjørður – Rudda verður ein gerandisdag uppundir ruddingardagin. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina. Ein heit máltíð verður at fáa í sambandi við ruddingina.

17. mai

Elduvík – Byrjað verður kl. 10.00 við morgunmati í skúlanum í Elduvík

24. mai verður ruddað í hesum bygdum

Funningsfjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum.

Funningur – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum.

Lamba og Lambareiði – Byrjað verður í skúlanum í Lamba kl. 10.00 við morgunmati. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina.

Rituvík – Byrjað verður við morgunmati á spæliplássinum kl. 10.00. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina.

Runavík, Saltangará og Glyvrar – Byrjað verður í Gulu smiðju kl. 9.30 við morgunmati. Melda teg til við at skriva til jongerdo@runavik.fo.

Skála – Byrjað verður í Ítróttarhøllini á Skála kl. 9.00 við morgunmati.

Skálafjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í gamla skúla. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina.

Skipanes – Byrjað verður við heima hjá Tove kl. 10.00 við morgunmati.

Søldarfjørður – Byrjað verður við spæliplássið í Søldarfirði kl. 10.00 við morgunmati.

Æðuvík – Byrjað verður kl. 10.00 við morgunmati í missiónshúsinum. Lýst verður við tiltakinum á facebook-bólkinum fyri bygdina.

Handskar og posar eru at fáa somu støðum har morgumaturin er.

Burturkast

Burturkastið skal koyrast í posar og setast framvið  teimum størru vegunum.

Heitt verður á fólk um at skilja ruskið og leggja tað sum ikki brennur og oljudunkar við síðuna av ruskposanum.