Runavíkar Kommuna
Tann ljósa tíðin er komin, og plantulívið er so smátt byrjað at spíra. Summarið stendur fyri framman og flest øll eru meira uttandura.
Runavíkar kommuna heitir aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini, og á tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.
Hesin dagurin er eisini eitt gott høvi at hitta grannar og vera saman um eitt felagsátak úti í náttúruni. Runavíkar kommuna heitir á borgararnar um at taka væl undir við tiltakinum.
Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum, har tey búgva.
Morgunmatur verður at fáa í skúlanum í Elduvík kl. 10.00
Ruskposar verða at fáa við skúlan í Elduvík frá kl. 10.00-13.00.
Samskipari: Dánjal Martin Hansen tlf. 582505
Burturkast
Burturkastið skal koyrast ein konteynara, sum verður settur í Elduvík til høvið.
Heitt verður á fólk um at skilja ruskið og leggja tað sum ikki brennur og oljudunkar við síðuna av konteynaranum.
Húsarhaldsrusk kann latast inn á ruskplássini
– sí upplatingartíðir inni á www.runavik.fo.
Deil á Facebook