Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.05.2023 13:42

Ruddingardagur 13. mai – Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

Leygardagin, 13. mai 2023, verður ruddingardagur í Sjóvar kommunu.

Byrjað verður við morgunmati á hesum støðum kl. 9.00:

  • í missiónshúsinum á Selatrað
  • Geilin 15, Innan Glyvur
  • í bygdahúsinum á Strondum

Tosað verður um, hvar ruddast skal, og hvør fer hvar. Kommunan hevur býtt bygdirnar upp og sett ábyrgdarfólk til hvørt øki.

Um onkur veit um serstøk øki, sum treingja til at verða ruddaði og/ella hampaði, eru tit vælkomin at skriva til bardur@sjovar.fo ella ringja á tlf. 232725.

Øll, sum hava ruddað, verða boðin til døgurða í bygdahúsinum kl. 12.30. Eftir døgurðan verður bygdaquiz, samstundis sum filmur verður tendraður í bio-salinum til børnini.

Í ár fær hvørt húski, ið hevur luttikið í ruddingini, eina plantu frá kommununi. Plantan verður útflýggjað í samband við døgurðan í bygdahúsinum. Ùrvalið av plantum, sum mann kann velja ímillum, sæst HER.

Ruddingardagin er bingjuplássið stongt.