Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.09.2025 17:42

RSP og Niclas Heri á Føroya størsta jólaborðhaldi

Tíðindaskriv

Føroya størsta jólaborðhald verður eitt brak, við góðum lagi, góðu mati, góðum fólki, góðum karmum og góðum undirhaldi. Tað er okkum ein stór gleði at kunngera at RSP og Niclas Heri í Dynamit vera millum bólkarnar, sum fara at spæla.

Eingin føroyskur bólkur megnar so væl sum RSP at seta lív í eina veitlsu. Ella tað sagt, so er Dynamittariun Niclas Heri sanniliga eisini vanur at seta lív í. So ístaðin fyri bara at velja annan, so vera bæði RSP og Niclas Heri við, tá ársins veitsla verður við Tjarnir 29. november.

Komandi tíðina fara vit at kunngera enn fleiri nøvn. Longu nú eru meira enn helvtin av atgongumerkjunum seld.