Mynd: ÍF
Jan Ólavsson Ellingsgaard tekur eitt ár afturat í ÍF.
ÍF kunngerð á heimasíðu síni, at felagið og royndi verjuleikarin hava tikið í hondina á hvørjum øðrum, og at Jan fer at hjálpa barndómsfelaganum í bestu deildinin hjá monnum, sum byrjar um nakrar heilt fáar vikur.
ÍF sigur soleiðis: Vit hava fleiri ungar leikarar á veg, og er tað tí sera umráðandi, at teir hava onkran, at stuðla seg uppat. Har er Jan ein av okkara allar royndastu leikarum. Hann er á faroesoccer skrásettur, at hava leikt heili 396 dystir síðani 2006.
Vit síggja við spenningi fram ímóti kappingarbyrjan, og ynskja Jan hjartaliga tilukku við sáttmálanum, og bestu eydnu“.
