Mynd: Jógvan á Lakjuni
Fyrradagin – sunnudagin 13.november gjørdist ein av okkara royndastu politikkarum her á landið – Jógvan á Lajkuni 70 ár.
Jógvan er føddur tann 13. november 1952 í Fuglafirði. Foreldurin hansara vóru Maria og Jákup Oluf á Lakjuni.
Jógvan er giftur við Odvør á Lakjuni, sum er dóttir Herborg og Gunnar Gunnarsson. Saman eiga tey børnini: Høgni f. 1977, Bárður f. 1978, Rógvi f. 1982, Herborg f. 1986 og Dánjal f. 1990.
Jógvan hevur læraraútbúgving og eftirútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Og hevur hann arbeitt sum sjómaður frá 1970-72, og sum lærari í Fuglafjarðar skúla frá 1977-89 og sum lærari á Handilsskúlanum á Kambsdali síðani 1989.
Hann var fyrstu ferð valdur á ting sum varamaður í august 1989 og sat fram til november 1990. Síðani var hann varamaður í styttri og longri tíðarskeið upp ígjøgnum nítiárini.
Hann var valdur fyrstu ferð á ting tann 30. apríl 1998. Síðani var hann afturvaldur í 2002, 2004, 2008, 2011, 2015 og 2019.
Og hann var fyrstu ferð valdur sum løgtingsformaður frá 2011-2015 og var afturvaldur sum løgtingsformaður 14. september 2019.
Í dag var so síðsti tingfundur áðrenn løgtingsvalið 8. Desember. Jógvan fyri tíð síðani alment boða frá, at hann stillar ikki uppaftur í politikki, og tilskil var hetta eisini hansara síðsti tingfundur, sum bæði løgtingsmaður og løgtingsformaður.
Eysturoyarportalurin vil hervið ynskja Jógavn á Lakjuni hjartaliga tillukku við runda degnum og bestu eydnu framyvir.
Deil á Facebook