Mynd: B68
Í síðstu viku skrivaðu vit, at Tórður Thomsen var heilt tætt við at skriva undir við EB/Streym. Men tað skiftið bleiv ikki til nakað, men ístaðin hevur Tórður Thomsen í kvøld skrivað sáttmála við B68.
Tórður er tó ikki fremmandur á Svangaskarði, tí hann umboðaði B68 bæði í 2006 og í 2011.
Tórður Thomsen sigur soleiðis við heimasíðuna hjá B68 ” Eg og Jákup hava havt dialog í eina tíð nú. Eg kenni væl Jákup og restina av venjaratoyminum í B68, og tað er heilt sikkurt verið ein avgerðina faktorur í mínari avgerð.
Tá man kemur í mín aldur sum fótbóltspælari, so eru tað nógvir spurningar, sum man skal spyrja seg sjálvan, og hóast eg leingi havi verið í iva um, hvat eg ætli mær, so følist hetta sum tann heilt rætta avgerðin fyri meg, har eg fái ment meg sum spælara, venjara, og týdningarmest av øllum persón.
Hóast eg bert havi verið til eina venjing, so eri eg sera glaður fyri avgerðina. Tað er felag og eitt lið í menning, sum hevur høgar ambitiónir, eitt sera sterkt venjaratoymi, ein góðan og hartarbeiðandi felagsskap og millum bestu umstøður í landinum. “
Tórður kemur at hava eina sokallaða “multi-funktión” í felagnum, sum inniber, at hann kemur at vera málverji og hann kemur eisini at vera í venjaratoyminum hjá Jákup á Borg.
