Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.12.2022 09:15

Rottutýning, fuglalív og eldsálir (Løgtinsgval 2022)

  • Samskipa nátturuvernd um alt landið við Lendisskipan

Mynd: Sigrid Jensdóttir Dalsgaard

Lesarabræv

Náttúran er okkara livibreyð, livandi list og lívsgrundarlag. So hvørt sum náttúran missur margfeldni, gerast vit fátækari – í nógv meiri enn krónum og oyrum – okkara framtíð verður óendaliga nógv fátækari.

Sjálv havi eg arbeitt við at skipa rottutýning. Hetta er ábyrgd hjá kommunum, og Umhvørvisstovan er eftirlitsmyndugleiki. Tá vit byrjaðu, keypti Runavíkar kommuna eina góða GIS skrásetingarskipan við arbeiðsgongdum frá Munin. Á hendan hátt ber til talgilt at fylgja við, um talið av fráboðanum økist og hvussu nógv rottueitur er brúkt.

Starvsfólkini á rakstrardeildini hjá Runavíkar kommunu hava arbeitt miðvíst, og úrslitið er greitt, tað ber til at týna rottu. Rotta er størsta skaðadjór fyri okkara fuglalív og hevur týnt meiri, enn vit sjálvi hava megnað.

Tað eru eldsálir, sum Jens-Kjeld Jensen og Marita Gulklett, ið arbeiða sjálvboðið við at skráseta og granska fuglalív, smákykt og flora. Tey hava sett sjóneykuna á hetta og varpa áhaldandi ljós á, hvussu okkara dagliga virki ávirkar náttúruna. Í fleiri førum krevur tað bert, at vit vísa meiri ans, broyta arbeiðsgongdir og velja annað tilfar. Tað ber til at verja náttúruna og kortini hava framburð.

Við serfrøðingum á Setrinum og á Havstovuni verður granskað í okkara náttúru, og tilmæli verða skrivað til politisku skipanina. Tá vigar politiska skipanin, hvat skal takast frá náttúruni fyri at skapa framburð – hetta skal vigast væl, og spurningurin er, um politiska skipanin hevur verið nóg dugnalig til at sikta eftir burðardyggu javnvágunum.

Okkara virknaður sum menniskju ger inntriv í náttúruna, men vit skulu vera tilvitað og miðvís í hesum inntrivum, soleiðis, at tilsvarandi náttúra í sama mun livir víðari aðrastaðni. Í 80’unum skuldi hvør maður hava egna smoltstøð, og áirnar í bygdum og óbygdum blivu tiknar til stór kør. Hetta stendur nógva staðni enn, sum ein ræðumynd um, tá eingin stýring er.

Í fleiri ár hava vit innflutt plantur, og við teimum kykt, sum nørast betur og eru sterkari enn okkara egnu plantur og kykt. Hendan innrásin týnir okkara margfeldni, og aftur her skal politiska skipanin vera snarráðin og taka avgerð í mun til spurningin: Hvat vilja vit ? Vilja vit verja okkara náttúru, ella hevur innflutningurin størri týdning? Vit skulu tilvitað taka avgerð um hesi viðurskifti.

Mítt boð er, at vit ikki innflyta tað, sum síðani avmarkar ella týnir okkara egna margfeldni.

Vit skulu gera eina lendisskipan fyri alt okkara land. Tá ber til at samskipa tvørturum kommunumørk, soleiðis, at øll draga somu línu fyri náttúruna. Tá hyggja vit langt fram í tíðina viðvíkjandi, hvar ið vit vilja byggja bý, vegir, vindmyllulundir, sólpanelir og havnaløg. Vit gera við einari almennari lendisskipan av, hvørji øki skulu fáa frið fyri okkara virksemi, og hvørji skulu leggjast av til framtíðina at menna samfelagið.

Saman við Tjóðveldi vil eg arbeiða fyri, at náttúran er tryggja við lóg, og at vit skipa okkara virksemi soleiðis, at Føroyar eru minst líka ríkar við blómum, kyktum og fuglum um 100 ár, sum tær vóru fyri 100 árum síðani.

Set X við E – Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 2022