Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.09.2022 14:00

Rottangatøming í Leirvík byrjar í komandi viku

Mynd: IRF

Reinsitænastan hjá IRF byrjar at tøma rottangar í Leirvík í komandi viku.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Kunnu tit í hesum sambandi bera boðini niðanfyri víðari til borgararnar á heimasíðu og/ella Facebook?

Leinkja til kunning á irf.fo: https://irf.fo/kunning/rottangatoming-leirvik_/

Leinkja til kunning á Facebook: https://www.facebook.com/photo/?fbid=484116620417181&set=a.371655444996633

Mynd er eisini viðheft um tit ynskja at deila kunningina beinleiðis.

Rottangatøming: Leirvík

Reinsitænastan hjá IRF byrjar at tøma rottangar í Leirvík í komandi viku.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

IRF heitir tí á fólk um at tryggja:

  • at tangin er lættur at koma til
  • at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  • at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  • at lokið er trygt og heilt
  • at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.