Mynd: Bjørt Samuelsen
Lesarabræv
Minnist tú søguna um Rossini á Skoradali – sum Ólavur Michelsen sáli skrivaði? Syrgilig søga, tí Reyði endaði sum blint arbeiðsross í kolanámi í Bretlandi. Eins og syrgiliga lagnan hjá mongum rossum. Hetta serstaka ross livir enn í Føroyum, tí eldsálir megnaðu at bjarga tí, tá tað var nærum útdeytt.
Men, føroyska rossið varð bjargað til óvissu.
Vit vilja fegin verja okkara lívfrøðiliga margfeldi. Og føroyska rossið er ein partur av okkara margfeldi.
Føroyar hava sambært ST-sáttmála bundið seg til at at verja lívfrøðiliga margfeldið. Føroyska rossið er eitt av gomlu serføroysku húsdýrasløgunum, og harvið fevnt av sáttmálanum. Rossið livir í stórari óvissu. Neyðugt er, at gera umstøðurnar betri at ala og at loyva útflutningi, so rossastovnurin veruliga kann vaksa. Tók hetta mál fram í Løgtinginum hesa tingsetuna. Síggi nú at Felagið Føroysk Ross heitir á okkum um at seta kross við føroyska rossið.
Tað fari eg at gera.
X við E
Bjørt Samuelsen
Fyrispurningur um átøk at bjarga og varðveita føroyska rossastovnin:
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9817
Sí videobrot á mínum facebookvanga.
Greinin er við teldutalu á tjodveldi.fo/bjort
Deil á Facebook