Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.10.2024 11:35

Rørsluítrótt er eitt mál í sjálvum sær

Føroya Styrkisamband

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu leggur stóran dent á, at kommunan í allar mátar er við til at skapa karmar og áhuga fyri ítrótti og kropsligari rørslu. Tí vóru tey ikki eitt sekund í iva, tá teimum stóð í boði at húsa NM-kappingini í olympiskari vektlyfting

Tá tað stóð greitt, at Føroyar skuldu verða vertstjóð fyri NM-kappingini í olympiskari vektlyfting, var fyrsta stigið at finna hóskandi staðseting til kappingina.

Samskift varð við fleiri kommunur, men tá vit fyrst høvdu tosað við umboðini fyri Runavíkar Kommunu, stóð øllum greitt, at her var ikki neyðugt at leita meira.

Frá fyrsta degi hevur kommunan fevnt tankan um at hýsa tiltakinum, og hvørja ferð okkurt ynski hevur verið um hetta ella hatta, er støðan loyst uttan nakað roks.

Tórbjørn Jacobsen er borgarstjóri, og fyri hann er tað ein sjálvfylgja, at kommunan segði ja, tá spurningurin um at hýsa NM kom.

– Taka vit økið her í mun til so nógv onnur øki í landinum, so eru vit komin seint ígongd. Firðirnir í Føroyum blivu at kalla ikki brúktir, fyrr enn fiskivinnan kom til landið. Og sjálvur Skálafjørðurin kom ikki av álvara fyri seg fyrr enn miðskeiðis í farnu øld.

– Sum onnur nýbyggjaraøki, so hevur hetta økið ein tørv á at prógva sítt virði. Gjøgnum árini hevur mann so frá valskeiði til valskeið roynt at bygt teir stovnar, sum skulu til fyri at hýsa tiltøkum av hesum slagnum. Tekur tú svimjihøllina við, so hava vit brúkt eina fjórðings milliard upp á ítróttaanlegg hesi seinastu níggju árini, so tað eru ikki smávegis pengar, sum kommunan hevur nýtt og framhaldandi nýtir fyri at skapa karmar til eitt virki ítróttalív her á staðnum.

– So tað er eingin ivi um, at tað politiskt er ein vilji til at menna umstøðurnar hjá ítróttinum, so vit millum annað kunnu átaka okkum at hýsa hesum tiltakinum, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Styrkin hugtekur okkum

Tá prátið fellur inn á vektlyfting sum ítrótt, er Tórbjørn Jacobsen ikki heilt á heimavølli. Men hann er avgjørdur um, at hetta at kappast í styrki er nakað, sum situr djúpt í okkum, samstundis sum tað eisini krevur, at tú høvdið við, tá kappast verður.

– Tað at brúka kroppin bæði til arbeiðis og til ítrótt – og til at berjast, um tað skal vera. Eg minnist, at abbi mín plagdi at skipa fyri bardakappingum millum okkum smádreingir, og tað var ein øgilig tign um tann, sum stóð ovastur.

– Men hetta við at vísa sína fysisku styrki fram, situr onkursvegna djúpt í menniskjanum. Men samstundis merkir tað ikki, at tú slært heilan frá. Tekur tú ein fótbóltsspælara, so krevur tað eitt samspæl millum styrki og heila. Tað er avmarkað, hvat eg kenni til vektlyfting, men eg trúgvi, at tað sama er galdandi har. Skalt tú røkka langt fram, so krevur tað bæði styrki, teknikk og taktiskt snildi, sigur borgarstjórin.

Vektlyfting út í skúlarnar

Eitt er NM-tiltakið, sum fer av barkastokki hetta vikuskiftið.

Nakað annað er, at Runavíkar kommuna sum tann fyrsta er farin í beinleiðis samstarv við Styrkisambandið, soleiðis at ítróttin kemur inn um skúlagátt.

– Í heila tikið snýr tað seg um, at fáa rørslu út til allar borgarar í kommununi. Øll gransking vísir, at rørsla hevur so ómetaliga stóran týdning fyri fólkaheilsuna. Størsta avbjóðingin, sum vit hava við fólkaheilsuni – ikki bara hjá eldri fólki – er at vit verða fleiri og fleiri, sum gerast minnisveik. Og granskingin vísir, at øktur kropsligur aktivitetur gevur eitt betri lív og eitt longri lív, um ikki okkurt annað stingur seg upp.

– Tí eiga vit frá politiskari síðu at stuðla undir, at fólk røra seg sum mest. Nú veit eg væl, at tað eru fólk, ið halda, at politikkarar skulu halda seg langt burtur frá privat-sferuni hjá borgaranum, men har eri eg ikki samdur. Sjálvandi kunnu vit ikki tvinga fólk út at ganga ella íðka, men vit kunnu eggja teimum til, og tað eiga vit gera.

– Eg kann at enda nevna, vit í Roðanum saman við fysioterapeutum settu eldrafimleik á skrá. Har verða fólkini eisini kannað bæði undan og eftir venjingina, og tað er púrasta greitt, at venjingin ger teimum gott. Tí eiga vit øll at royna at røra okkum, sjálvt um afturparturin ofta kann tykjast deiliga flógvur at sita á, sigur Tórbjørn Jacobsen at enda.