Róðrarsamband Føroya
Mánadagin 5. januar byrjar Annika Jacobsen aftur í starvinum sum samskipari hjá Róðrarsambandi Føroya. Annika er eitt kent andlit í RSF, og kenna flest øll Anniku. Sum samskipari verður hon andlitið úteftir hjá sambandinum, og fær ábyrgdina av samskifti við feløg, íkarar og samstarvspartar, umframt at samskipa tiltøk og virksemi hjá RSF.
Kappróðurin og rógving hava verið í støðugari menning seinastu árini, við methøgum luttakaratølum, vaksandi áskoðaratølum og nýggjum átøkum, so sum róðursfólkaskeiðum og langteinaróðri. Starvsnevndin hevur stórar vónir til komandi kappingarár og gleðist um at Annika Jacobsen aftur setist í bekk, tekur ár í hond og enn einaferð er til reiðar at rógva RSF fram ímóti spennandi tíðum.
Samstundis vil starvsnevndin takka Kaysteni Rasmussen fyri tíðina og samstarvið í sambandi við starvið sum samskipari og ynskir honum bestu eydnu í hansara víðari yrkisleið.
Nýggju kontórtíðirnar eru:
- Týsdag: 10:00–15:00
- Hósdag: 10:00–15:00
- Fríggjadag: 09:00–14:00
