Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.01.2023 11:01

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Søkt verður eftir:

– Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna við møguleika fyri lægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í dag- og  kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV

 Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Áhuga at arbeiða við eldri fólki við demens
Góð evni at samskifta í skrift og talu
Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
KT-førleika á brúkarastøðiKann verða fyrimunur um tú hevur prógv sum demenssamskipari


VIT BJÓÐA TÆR

• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar  
møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum


SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið, sum sjúkrarøktarfrøðingur verður at seta 1. mars 2023 ella sum skjótast og lønt sambært sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF / Fíggjarmálaráðið.

Søkjur skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jonu Dam, deildarleiðara tlf. 290204 ella við telduposti til jonad@rodin.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”

Umsóknarfreistin er 2. februar 2023.