Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.11.2025 12:47

Røðan Max Cecil Weihe bar fram á minningardegi teirra sjólatnu

Fuglafjarðar kommuna

Í ár fall tað í mín lut at siga nøkur orð við hetta serstaka høvið, allahalgannadag – minningardag teirra sjólætnu.

Tað er mær ein stórur heiður, og eg geri tað við størstu virðing fyri øllum teimum, sum farin eru á sjónum – og við djúpastu samkenslu við teirra avvarðandi.

Tað var í 1949 – fyri 76 árum síðani – at Føroya Løgting samtykti, at allahalgannadagur, tann 1. novembur, í framtíðini skuldi verða hildin sum minningardagur teirra sjólætnu.  Soleiðis fekk hesin 1200-1300 ára gamli katólski minningardagurin sín heilt serstaka føroyska dám.

Tað vóru góðar grundir til, at gera allahalgannadag til minningardag teirra sjólætnu.  Føroyingar hava allar dagar verið sera tætt knýttir at sjónum.   Havið var – og er – okkara livibreyð.  Tilfeingið í sjónum hevur, øld eftir øld, verið okkara lívsgrundarlag.

Løgið kann tað tykjast, at havið, sum hevur givið okkum føroyingum so nógv, eisini hevur tikið so nógv av okkara sjófólki – og volt mongum heimum so stóra sorg og trega.  Tað er ein andsøgn í hesum, at tað, sum er okkum virðismiklast, bráddliga gerst okkara argasti fíggindi.  Ja, okkara deyðafíggindi.

Havið hevur tær farnu øldirnar kostað okkara fólki so heilt ómetaliga nógv í mistum mannalívum.  Ikki minst, tá ið árabátarnir vóru álitið.  Ja, einastu før, sum okkara forfedrar høvdu.  Tá hendi tað ofta, at bátar gingu  burtur á útróðri.  Tá ið illa vildi til, kundu fleiri – fyri ikki at siga nógvir bátar – farast í sama ódnarveðri.  Vit mugu sanna tað gamla orðafellið:  Havið gav og havið tók.

 Eisini Fuglafjørður hevur mist nógv fólk á sjónum.  Tað síggja vit eina best, tá ið vit ganga fram við øllum hesum snøggu minnisplátunum, sum liggja so vakurt á rað í svørðinum her niðan fyri minnisvarðan.  Vit síggja her, at nógvir av monnunum fóru í bestu árum – frá konu og børnum.

Sum eg havi gingið fram við hesum minnisplátunum, so tala tær til mín.   Øll hesi mongu nøvnini á persónum, sum ikki fingu møguleikan at liva víðari, men máttu lúta fyri havinum.  Persónar, yngri og eldri, sum onkur hevur varðað av – sum onkur átti, og eigur.  Slíkar hendingar eru altíð ein sorgarleikur.  Hvør pláta, hvørt navn hevur sína søgu.  Og mong eru tey, ið eftir sita í djúpari sorg.

Eisini eftir at føroyingar høvdu fingið deksfør at fiska við, hendu nógvar syrgiligar vanlukkur á sjónum.  Ikki minst tey trý áratíggjuni undan 1949.  Tá fórust heilt ótrúliga nógvir av okkara landsmonnum á sjónum.  Í 1920- og 1930- árunum kom tað meira enn so fyri, at fleiri skip fórust eftir einum ári  – upp í seks skip sama ár.

Eg kann nevna, at

Í 1920 mistu føroyingar:  5 skip – og 50 menn á sjónum.

Í 1932 fórust:  3 skip, 2 bátar – og 42 menn.

Í 1934 fórust:  6 skip – og 43 menn.

Fyri ikki at tala um krígsárini, 1940-45, tá ið missurin var heilt øgiligur.  Ringast stóð til fyrra partin av Krígnum – í 1941 og 1942.

Í 1941 fórust:  20 skip – og 56 menn.

Í 1942 fórust:  7 skip – og 70 menn.

Samanlagt doyðu yvir 200 føroyingar á sjónum undir Krígnum – við føroyskum fiskiførum og útlendskum farmaskipum.  Eftir sat eitt stórt tal av einkjum saman við hundraðtals børnum, ið høvdu mist mann, pápa og forsyrgjara.

Tað var við hesum syrgiliga baksýni, at Løgtingið í 1949 samtykti at gera allahalgannadag til minningardag teirra sjólætnu.

Síðani tá eru umstøðurnar og trygdarviðurskiftini hjá okkara sjófólki – Gud havi lov – batnaðar heilt ómetaliga nógv.  Tað kann ikki samanlíknast.  Tíbetur!

Men: enn henda vanlukkur á sjónum.  Og framvegis eru tað mong av okkum – fyri ikki at siga øll – sum kendu, minnast ella hava hoyrt um onkran, ið fórst á havinum.  Tað kann vera onkur í familjuni, ein vinur ella kenningur, sum fekk váta grøv – ella varð tikin frá okkum í sínum yrki á sjónum.

Sjálvur misti eg tveir langabbar á sjónum.

Annar fórst sjálvur fimti á leiðini suður úr Suðuroynni – við einum fimmmannafari úr Sumba.

Hin langabbin fórst sjálvur sjeyndi á Norðhavinum – við einum áttamannafarið úr Streymnesi.

Frá mínum uppvøkstri á Selatrað minnist eg, hvussu hugtikin eg altíð var av altartalvuni í Selatrað kirkju, sum listamálarin Niels Kruse av Eiði málaði í 1926.  Altartalvan er av einum føroyskum róðrarbáti í ódnarveðri – staddur í Sundalagnum, beint út fyri Selatrað kirkju.  Tað sæst, at støðan er álvarsom.  Tað brýtur inn í bátin.  Menninir sita við árarnar og stríðast.  Ein av teimum missir árina, tá ið tað brýtur.

Uppi undir loftinum, yvir altarinum hevur Niels Kruse málað tveir einglar, sum koma flúgvandi við einum bannara millum sín.  Á bannaranum stendur skriftstaðið (úr sálmi 50, 15):

Heit á meg á neyðardegi, eg skal bjarga tær!”

Listaverkið skal sjálvandi ímynda Jesus og apostlarnar á ferð yvir um Genesarets vatn.

Nakað soleiðis kann lívið eisini hátta seg hjá okkum.  Best sum vit halda væl standa til, kann hóttafall koma á okkum – við óhappi, sjúku ella aðrari vanlukku.  Tá er gott at minnast til skriftstaðið:
“Heit á meg á neyðardegi, eg skal bjarga tær.” (Sál. 50,15).

Vit føroyingar kenna til vandar á sjónum.  Tá ið ein maður, pápi ella sonur fer til skips, er vanligt at siga:  “Jesus fylgi tær!”
Og líka so vanligt er aftursvarið:  “Og Hann verði eftir hjá tykkum”.

Hetta er ein vælsignað farvæl-heilsan.  Betri finst ikki!

Tað er gott at hvíla í vissuni um, at Harrin er við okkum á ferðini, altíð.  Tað allar síðsta, ið Jesus segði við lærisveinar sínar – í endanum av Matteusar evangelium – eru hesi vælsignaðu orð:

“Og eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.”

Í árinum, sum farið er síðani síðsta allahalgannadag, er ein føroyingur deyður í starvi sínum á sjónum.  Nevniliga:

Hergar Torbjarnarson Hansen, Lorvík, 34 ára gamal. Hann doyði tann 2. januar 2025 av vanlukku umborð á GLYVURSNESI, sum lá við bryggju í Hirtshals.  Í størstu virðing fyri tí farna, og við djúpari samkenslu við hansara avvarðandi, lýsi eg frið yvir minnið um Hergar Torbjarnarson Hansen.  Lat okkum nú minnast hann í tøgn í ein minutt.

(steðgur í 1 minutt)

Eg skal enda við bøn:

Himmalski faðir,

Takk fyri, at vit kundu savnast her í dag til hetta minningarhaldið.

Takk fyri øll okkara kæru, sum framvegis eru millum okkara.

Góði Jesus,

Takk fyri Tín ómetaliga kærleika til okkara.
Takk fyri orð títt: “Sæl eru tey, sum syrgja; tí tey skulu verða troystað”.

Takk fyri Títt fullgjørda verk fyri okkum á Golgata.

Takk fyri náði Tína, sum er nýggj hvønn morgun og varðar allan dagin.

Góði Gud,

Troysta og signa øll tey, sum í ár mistu ein kæran.
Statt hjá teimum og styrk tey í sakninum og sorgini.

Somuleiðis tey, sum í farnum árum hava mist ein av sínum kæru.

Halt tína hond yvir sjófólk okkara – før teir heim aftur í øllum góðum.

Signa hvønn einstakan av okkum, sum her eru saman komin.

Signa øll tey heim, sum eru umboðaði her í dag.

Signa okkara bygd, okkara land og fólk – á sjógvi og landi.

Í Jesu navni.

Faðir vár:

Faðir vár – Tú, sum ert í Himli.

Heilagt verði navn Títt, komi ríkið títt.
Verði vilji Tín, sum í Himli so á jørð.
Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.

Og fyrigev okkum syndir okkara,
so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda.
Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa.

Tí at Títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir.

Amen