Løgtingið
Løgtingsforkvinnan helt pisurøðu á Gøtusandi fyri teimum níggju flokkunum, sum í ár hava lokið miðnámsprógv á Kambsdali.
Brot úr røðuni:
“Spyr ikki teg sjálvan: Hvussu mong sóu meg, ella hvussu nógv likes ella hjørtu fekk eg á Insta, Face ella TikTok. Spyr: Hvussu mong hjørtu nam eg við í dag, tí eg gjørdi okkurt gott fyri eitt medmenniskja – ella fyri felagsskapin?”
Les røðuna her.