Ólavsøkurøða – Aðalorðaskifti
Frú forkvinna/harra formaður
Løgmaður helt eina sera góða og savnandi ólavsøkurøðu. Ein røða, har løgmaður hegnisliga, við myndatalu úr talvheiminum, tekur okkum gjøgnum ymisk mál, samgongan hevur framt og hevur sett út í kortið. Ein røða, sum kemur inn á avbjóðingar, og ikki minst týdningin av at loysa felags avbjóðingar í felag. Sum sagt ein sera góð røða. Tað helt dóttur mín, og eg eri samdur.
Hesa ferð og higartil hevur málsøkið eg umsiti ikki fingið nógv rúm í kjakinum. Tí fari eg at tríva eitt sindur í tann partin.
Frú forkvinna/harra formaður
Tað gongur ordiliga væl við fiskiskapinum her í Føroyum. Tað er langt síðan, at tað hevur gingið so væl á føroyska landgrunninum, sum tað hevur gingið higartil í ár. Við støði í umsitingarætlanini eru gjørdur stórur niðurskurður í fiskidøgunum umframt onnur átøk, og glottar eru nú at hóma. Tað er vert at hugsa um, og spennandi verður at síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða.
Fleiri bátar og skip hava longu avreitt fyri næstan eins nógv higartil í ár, sum fyri alt 2024. Onkur hevur enntá longu avreitt fyri meira higartil í ár, enn fyri alt 2024. Hetta, hóast árið er bara eitt sindur meira enn hálvrunnið. Hetta fegnast vit um.
Tá vit hugsa um fiskivinnuna, má okkara aðalmál vera, at vit fiska so nógv sum møguligt úr okkara stovnum, samstundis sum vit hava stovnsrøkt í hásæti. Vit skulu minnast til, at vit eisini skulu fiska í framtíðini.
Okkara mál má vera, at vit aftur koma har til, at vit fiska 20-40.000 tons um árið av toski á okkara landgrunni. Ikki bara uml. 5.000 tons, men 20-40.000 tons árliga.
Fyri at náa tí, mugu vit øll arbeiða saman og tosa saman. Hetta er nakað eg raðfesti sera høgt og arbeiði miðvíst við.
Vit nærkast nú einum støði við fiskidøgum, har niðurskurðurin seinastu árini veruliga merkist. Fyrsta skipið í bólki 4 T er longu lagt og sleppur ikki út aftur fyrr enn 1. oktobur, tá sokallaði buffarin, tað eru avlopsdagar frá undanfarna ári, letur uppaftur.
Hetta, at ikki sleppa út at fiska, meðan fiskur er at fáa, er ein sera beiskur biti og helst rættiliga óskiljandi fyri ein sjómann. Sjálvandi vil hann sleppa út at fiska. Tað havi eg forstáilsi fyri, og tað mugu vit skilja í kjakinum frameftir.
Næst verður bólkur 3, sum helst má liggja vegna vantandi dagar. Hetta er ein nýggj støða, sum vit mugu læra okkum at fyrihalda okkum til.
Við øðrum orðum, nú eru vit kanska fyri fyrstu ferð komin har til, at fiskidagaskipanin kemur at virka sum stovnsrøkt eisini. Til nú hevur hon í sera lítlan mun, fyri ikki at siga slett ikki, virkað til frama fyri stovnsrøktini. Tað er mín pástandur.
Ein gamal borgarstjóri segði einaferð við meg. “Tú Jóhan, tað er nógv lættari at vera borgarstjóri, tá ongir pengar eru at arbeiða við. Tí tá kann man bara siga NOY. Tá pengar eru í kassanum, so vilja øll hava meira.”
Sama hugsi eg er galdandi, nú nógvur fiskur er at fáa runt um okkum. Øll vilja hava meira, og trýstið um at fáa meira økist í hvørjum. Og geva vit leyst, so er stovnsrøktin í vanda, og vit koma ikki upp á 20-40.000 tons árliga. Vit enda so aftur á hasum uml. 5.000 tonsunum ella tað, sum verri er. Tað hevur søgan víst okkum ferð eftir ferð.
Ella, sum man plagar at siga, at við at gera tað man altíð hevur gjørt, so fær man tað, man altíð hevur fingið.
Ein eldri útróðrarmaður úr mínum nærumhvørvi, sum livir av útróðri, segði herfyri við meg. Jóhan, halt nú fast. Gev ikki leyst nú. Eg tulki tað soleiðis, at hann vildi siga, lat nú stovnarnar fáa frið at koma fyri seg aftur.
Skulu vit upp aftur á 20-40.000 tons av toski um árið, sum eg sjálvandi haldi, vit skulu miða eftir, so er tað nú, vit skulu vera skilagóð. Tað er nú, vit skulu standa ímóti. Tað er nú, vit skulu tosa væl saman og saman stinga út í kortið, hvussu vit skipa fiskiskapin á landgrunninum skilabest komandi árini. Neyðugt er við einari uppgerð av gomlum siðvenjum so ella so.
Frú forkvinna/harra formaður
Upsafiskiskapurin hevur eisini verið væl betri í ár, enn hann hevur verið leingi. Tað fegnast vit eisini um. Tað er hart tiltrongt, at hesin parturin av flotanum eisini fær nøkur góð ár, so hann eisini fær møguleikan at endurnýggja seg. Bæði við nýggjum skipum, har tað jaliga er, at tvey skip longu eru í gerð, og við nýggjari útgerð ella fiskiháttum.
T.d. eiga vit at fáa lýst væl og virðiliga, hvussu vit skipa fiskiskap við tvítroli til hendan fiskiskapin. Tað gevur góða meining fyri framtíðina. Fiskiskapur við tveimum trolum minkar um oljunýtsluna, hækkar góðskuna á fiskinum og í seinasta enda gevur eina betri hýru til manning og skip. Tað gevur góða meining, og hetta hevur man vitað og gjørt í 30-40 ár rundan um okkum og á øðrum fiskileiðum enn á okkara. Vit skulu bara finna eina loysn á, hvussu vit skipa tílíkan fiskiskap í okkara fiskidagaskipan, so vit hava stovnsrøktina í fokus eisini. Tað megna vit sjálvandi eisini.
Men, tað eigur eisini at órógva okkum øll, at helmingurin av øllum upsanum vit fiska í løtuni faktisk er seiður. 50% av allari veiðuni higartil í ár er upsi 4 og smærri enn tað, sbrt. heimasíðuni hjá Vørn. Altso, upsi 4, sum kanska hevur gýtt, og smærri upsi ella seiður, sum als ikki hevur gýtt. Tað eiga vit at taka í álvara, og havi eg longu biðið um uppskot til loysnir uppá tað frá Vørn og Havstovuni.
Fyri at taka samanum aftur, so má okkara aðalmál vera, at vit fiska so nógv úr okkara stovnum sum møguligt, á ein so skilagóðan og burðardyggan hátt sum møguligt. Vit skulu eisini liva av landgrunninum í framtíðini. Vit skulu upp aftur til eina miðal veiðu av toski, sum er millum 20-40.000 tons árliga. Tað er gott fyri Føroya land, og tað er tað besta fyri okkara fiskivinnu.
Hetta er væl møguligt, hetta er tað skilagóða at gera fyri okkara land, og hetta mugu vit gera í felag. Arbeiðið, við at savna allar partar, er farið so smátt í gongd, og vóni eg, at vit eru komin væl ávegis við einari fyribils ætlan, longu tá fiskidagarnir fyri komandi ár skulu ásetast.
Frú forkvinna/harra formaður
Annað, sum hevur við sjógvin at gera, og sum arbeitt hevur verið við og kann nevnast er:
At landsstýrið eisini hevur raðfest at seta í gongd eina verkætlan, sum kannar, hvussu laksaaling ávirkar smáfisk inni við land og vistskipanina á føroyska landgrunninum sum heild. Hetta eru viðurskiftir, vit vita alt ov lítið um. Hetta er sera umráðandi gransking. Vit vita jú, at vakstrarøkið hjá m.a. toski og upsa er inni á okkara firðum. Men vit kenna ikki, um ella hvørja avleiðing laksaaling hevur á hesar stovnar. Tað eiga vit sjálvandi at vita.
Innan skipanina við royndarfiskiskapi eru latnar tilsagnir til royndarloyvi eftir reyðæti og tunfiski. Hóast nakað av tíð er fráliðin, síðan tilsagnirnar vórðu latnar, eru bert smærri royndir gjørdar eftir reyðæti, og eingin royndarfiskiskapur hevur verið eftir tunfiski.
Tilsagnirnar til royndarloyvi eftir reyðæti og tunfiski eru nú gingnar út. Áhugin í vinnuni og í samfelagnum annars er stórur fyri at gagnnýta reyðæti.
Ætlanin er í næstum at lýsa eftir umsóknum til royndarveiðu eftir reyðæti. Í tí sambandi verður í løtuni arbeitt við at gera umsóknartilfar klárt, so at nýggjar tilsagnir til royndarveiðu eftir reyðæti kunnu latast í seinnu hálvu av 2025.
Reyðæti kann gerast okkara “olja”, er mín sannføring. Vit skulu bara finna útav, hvussu vit kunnu fiska tað á ein burðardyggan og skilagóðan hátt. Og tað fara vit sjálvandi eisini at megna.
Frú forkvinna/harra formaður
Skipini Tjaldrið og Brimil, ið Vørn hevur til tilbúgvingar- og eftirlitsvirksemi, verða í ár ávikavist 49 og 25 ára gomul. Aldurin setur tí støðugt økt krøv til viðlíkahald og umvælingar. Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa til vega eitt nýtt skip fyri Tjaldrið, ið er bæði gamalt og ótíðarhóskandi. Arbeitt verður við at fyrireika málið. Stórt viðlíkahald verður gjørt á Brimli á sumri 2025. Arbeiðið tekur 10 vikur, og tær vikurnar er Tjaldrið tøkt.
Landsstýrið hevur sett sær fyri, at strandferðsluflotin skal endurnýggjast. Tvey skip eru liðugt prosjekterað. Eitt skip, sum skal røkja Kalsoyarleiðina, og eitt skip, sum skal røkja Svínoyar- og Fugloyarleiðina. Ætlanin er at byggja Kalsoyarferjuna fyrst og síðani ferjuna til Svínoyar- og Fugloyarleiðina. Kalsoyarskipið verður eftir ætlan boðið út at byggja í 2025.
Frú forkvinna/harra formaður
Stór tøk eru tikin á samferðsluøkinum seinastu árini. Stór og neyðug tøk, og onnur eru í væntu.
Tað var farið undir at bora Fámjinstunnilin í 2022. Tunnilin er nú liðugur og læt upp fyri ferðslu 25. juni í ár. Arbeiðið við nýggju farleiðini til Dals gongur eftir ætlan. Roknað verður við, at tunnilin verður liðugur og letur upp fyri ferðslu í 2025. Tjørnuvíkartunnilin verður liðugt prosjekteraður í ár, so at farast kann undir at gera nýggju farleiðina til Tjørnuvíkar í 2026.
Eg fór mær ein biltúr til Tjørnuvíkar herfyri, áðrenn eg skuldi á ein fund við Sunda kommunu. Eg má beinanvegin siga, at eg upplivdi ferðslu kaos frá fyrstu rekkju. Kaos, sum eg ikki haldi, vit á nakran hátt kunnu bjóða okkara borgarum. Heldur ikki teimum, sum rinda nógvar pengar fyri at ferðast her til sum ferðafólk.
Heldur ikki er støðan trygg fyri fólkið har býr. Tekur ein neyðstøða seg upp har, so fáa neyðsynjarakfør sera trupult at koma fram í góðari tíð.
Persónliga haldi eg, og hetta stendur fyri egnu rokning, at vegurin til Tjørnuvíkar, Gjáar og Saksunar skuldi verið stongdur fyri ferðafólkum við bilum í stundini. Vit eiga at seta ein bumm fyri, sum kann latast upp við føroyska samleikapróvnum, sum vit øll hava fingið tillutað. Altso, bara føroyingar kunnu koyra har til við bili. So skuldi eitt busssamband verið skipað, har ein bussur koyrir aftur og fram gjøgnum dagin, sum ferðafólk kundu nýtt.
Hetta hevði bøtt munandi um trygdina og ikki minst trivnaðin hjá fólkunum, sum búgva ávegis til hesar bygdirnar og ikki minst í Tjørnuvík, Gjógv og Saksun. Tað haldi eg hevði verið ein virðilig loysn fyri øll. Eisini fyri ferðafólkini.
Men annars er støðan á okkara vegakervi ikki góð. Tað vita vit øll eftirhondini. Tit, sum hava akað tykkum ein túr til Elduvíkar, føla tað væl á bilinum, hvussu standurin á vegnum er har. Minnir mest um at koyra eftir einum vaskibretti. Pengar eru settir av til tað vegastrekkið, og er tað arbeiðið boðið út og fer tað eftir ætlan í gongd aftan á summarferiuna, sbrt. Landsverki. Men, tað er tíanverri bara eitt av nógvu strekkjunum í Føroyum, sum krevja viðlíkahald og loysnir.
Eg kann eisini nevna Gøtugjógv, og vegurin runt Agnið, sum beinleiðis eru vandamiklir og forðing fyri føroyingar og ferðafólk. Gongd er eisini í teimum málunum, og vónandi verða tey avgreidd og liðug í ár.
Vit hava í nógv ár arbeitt miðvíst við at byggja nýtt, sum sjálvandi eisini hevur verið neyðugt, men tað hevur havt við sær, at neyðugt viðlíkahald ikki hevur verið raðfest nóg høgt. Mett verður, at eftirsleipið er millum 400-500 mió. kr. á vegakervið. Og vit nærkast í stórum, har talan gerst um nýgerð, heldur enn viðlíkahald á fleiri strekkjum. Altso, nýgerð av verandi vegum, tí teir eru í so ringum standi, heldur enn viðlíkahald. Støðan er hættislig, og vit mugu handla hareftir.
Eftirsleipið av viðlíkahaldi á landsins bygningar er eisini uml. 500 mió. kr. sambært Landsverki. So eftirsleipið á landsins ognir táttar í eina milliard tilsamans. Hetta er ikki ein nýliga íkomin støða, og mugu allir flokkar á tingi taka ábyrgd av hesum.
Mín vón og ynski fyri komandi ár er, óansæð hvør situr í samgongu, at vit fara at seta munandi fleiri pengar av til viðlíkahald av landsins vegum og bygningum. Og at vit seta okkara fiskiskap, sjófólk og ikki minst røkt av okkara stovnum framhaldandi í hásæti.
Takk fyri.