Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2025 19:35

Røða til prógvhandanina á skúlanum við Áir

Mynd: Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið

Í dag var hátíðarhald á skúlanum við Áir í sambandi við at 14 nærmingar hava lokið 9. floks prógv. Eirikur í Jákupastovu, landsstýrismaður var við til hátíðarhaldið, og helt røðu fyri næmingunum. Les røðuna niðanfyri:

Góðu næmingar, og góðu avvarðandi og starvsfólk 

So var aftur prógvhandan fyri 9. flokk her á skúlanum hjá Dugna við Áir. Fyri tykkum næmingar er nú eitt týdningarmikið tíðarskeið í lívi tykkara rokkið og tit eru klár til at taka av nýggjum og spennandi avbjóðingum.

Og sanniliga er hetta ein stórur dagur! Tað kunnu vit øll skrivað undir uppá og minnast aftur á, tá prógvið úr fólkaskúlanum var komið uppá pláss. Talan er jú um prógvið, sum gevur okkum møguleikan til at taka næsta stóra stigið á útbúgvingarleiðini. Fyrsta stóra stigið var at byrja fólkaskúlan, nú er málið rokkið. Tit tóku stigið at fara undir 9. flokk og nú er tað liðugt. Gott pressa og flott avrik!

Við hesum prógvi, tit í dag fáa, hava tit í mangar mátar lykilin at røkka eitt stig longri á leið við tykkara framtíðardreymum. Líka týdningarmikið er tó eisini, at tit heilt víst hava ment tykkum á øðrum økjum, sum sanniliga eisini styrkja tykkum á leiðini. 

Minnist tí til, at hetta er eitt stórt avrik og at tit veruliga kunnu vera stolt í dag, nú tit standa her við próvnum. 

Eg veit, at tit hava fingið góða hjálp og stuðul frá lærarunum her. Eg veit, hvat eg tosið um, tí Maibritt, sum tit hava havt í donskum og enskum, hevði eisini meg í donskum og enskum. Tað gekk tó strilti hjá mær, serliga við huginum til tað danska, men tað bleiv tó fínt, tá avtornaði.

At stuðla og eggja fólki til at nema sær útbúgving er eitt tað týdningarmesta, vit sum samfelag kunnu gera. Tí vit vita, at útbúgving er vegurin fram, vilt tú røkka tínum dreymum. 

Tó so, tá lívið stundum gerst tungt, snávingarsteinar eru á vegnum, og tá lívsleiðin ikki er so snórabein, sum vit kundu hugsað okkum, kunnu skúli og siðbundin undirvísing tó illa standa einsamøll.

Fyri tykkum 14 næmingar er hetta sanniliga ein sera stórur dagur. Ein flokkur, væl blandaður í aldri og av kyni og eitt vakurt tyssið av ymisleika. 

Aftur í ár er flokkurin samansettur av næmingum úr ymsum ættum í landinum: frá norðara parti av landinum, til Eysturoy og vestani úr Vágum, og suður í høvuðsstaðar økið eins og fleiri staðir har ímillum, væl umboðað úr øllum landinum.

Tað týdningarmesta er ikki altíð at vita akkurát, hvat vit skulu, men hinvegin at vita, at vit eru ávegis til nakað, sum vit gleðast um og mennast í. 

Tí øll hava tit dreymar og ætlanir fyri framtíðina. Onkur tykkara ætlar at taka eina miðnámskúlaútbúgving á Glasi ella á miðnámi í Klaksvík, meðan onnur velja eina yrkisútbúgving – eitt nú á Heilsuskúlanum í Suðuroy ella sum frisør. Eisini aðrar greinar av handverkaraleiðini freista, eins og sjólívið ger tað. Og so eru tað tit, ið fara beinleiðis á arbeiðsmarknaðin. 

Men tit hava ikki bert fingið eitt prógv í dag. Við góðari hjálp og stuðli frá starvsfólkunum, hava tit eisini fingið nógv annað gott í beinið. Eg eri vísur í, at hetta verður ein góð barlast víðari á leiðini, um tað so er víðari í útbúgving, í læru ella til arbeiðis.

Og endamálið við júst hesum skúlanum er jú at menna tykkum næmingarnar soleiðis, at tit gerast betur før fyri at møta teimum avbjóðingum, sum samfelagið gevur – tað kunnu vera avbjóðingar í skúlanum, á arbeiðsplássi ella bara í tilveruni sum heild. 

Her á Skúlanum við Áir hevur leiðsla og starvsfólk sum aðalmál at síggja, hvat einstaka menniskjað kann og megnar, heldur enn at stara seg blinda á forðingar og avbjóðingar. Hesum hugsanarhátti havi eg stóra virðing fyri. Og tað kunnu tit, sum hava gingið her á skúlanum, uttan iva taka undir við.

Í staðin fyri at seta sjóneykuna á tað, sum næmingurin kanska ikki megnar og dugir, so er aðalmálið her á skúlanum at seta sjóneykuna á tað , sum hvør einstakur næmingur dugir og er bestur til.

Góðu tit øll.

Sum flokkur hava tit megnað at mennast sum ein eind, har tit hava notið gott av styrkini hjá hvørjum einstøkum tykkara. Tað er eisini ein góður lærdómur at taka víðari við sær.

Tit á Dugni, stýrið, leiðsla og starvsfólk, takk fyri tykkara stóra lut í at geva næmingunum á skúlanum nýggjar vónir og mentar førleikar. 

Tykkum øllum ynski eg hjartaliga til lukku, blíðan byr og takki fyri, at eg varð boðin við her í dag.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum