Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.11.2025 11:13

Røða til minningarhald í Søldarfirði, allahalgannadag 2025

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Røða, sum Magnus Rasmussen hevði á minningarhaldinum í Søldarfirði.

Eg sigli fram yvir lívsins hav,
meg ber hin skiftandi bylgja;
tí kós, sum Jesus mær sjálvur gav,
eg ynski trúgvur at fylgja;
eg stevni fram mót teim ljósu londum,
við lívsins træi á føgrum strondum,
har altíð sól og summar er.

….

Góðu tit øll, sum eru møtt her í dag hendan góðveðursdag í november.

Ja, eg sigli fram yvir lívsins hav, meg ber hin skiftandi bylgja – so satt so satt, tað mugu vit øll ásanna, sum her eru samankomin í dag.

Allahalganadagur er í dag.

Og í Føroyum hevur allahalgannadagur seinastu nógvu árini verið hildin sum ein stillur dagur, har vit minnast tey, sum eru deyð á sjónum. Dagurin er almennur flaggdagur, og merkið er vundið á hálva stong.

Merkið, ið stundum eisini kann savna tjóðina í gleði og gaman, vísir okkum í dag, at dagurin í dag er ein álvarsdagur. Ein dagur, ið fær okkum at steðga á eina løtu.

Vit hava mist nógv fólk á sjónum upp gjøgnum tíðirnar – eitt árið undir seinna heimsbardga mistu vit 60 sjómenn.

Endaligu avgerðina um henda minningardag tók Føroya Løgting í 1949, tá samtykt varð, at minningardagur teirra sjólátnu skuldi verða hildin allahalgannadag, hin fyrsta november.



Sum smádrongur minnist eg sera væl, tá ið minnisvarðin við Gjógv var avdúkaður. Hetta var 1. august í 1971. Tað, sum eg serliga minist við hesum minnisvarðanum er syrgna mamman og báðir synirnir, sum øll trý líta út á hav við vónini og væntanini um, at maður og pápi koma aftur. Syrgna bráið er ikki at taka feil av – tað er álvarsamt og óttafult, men vónin hómast kortini í andliti teirra. 

Orðafellið, sum sigur:  At sigla er neyðugt – tað kann av sonnum sigast altíð at hava passað væl til okkum føroyingar. Vit hava verið og eru enn tann dag í dag ein siglandi tjóð og kovin er í havinum. Havið –  í logn og ódn – er tí eisini gerandiskostur í dagsins samfelag hjá nógvum føroyskum familjum. Og nógvar eru tær konur og mammur og børn – eins og standmyndin við Gjógv lýsir –  sum upp gjøgnum tíðina og fram til dagin í dag hava hugt út á hav við vónini og væntani, at maður og pápi komu til lands aftur. O, Gud havi lov, so so komu teir sum oftast aftur, men ikki altíð. Hetta er ein partur av veruleikanum hjá einari siglandi tjóð – havið gevur og havi tekur.

At liva av havinum og við havinum er dýrabart, men vandafult. Samstundis, sum sjógvurin føðir føroyingar nær og fjar, krevur sjógvurin eisini sítt. Onkuntíð heilar manningar, sum ganga burtur. Onkuntíð einstaklingar. Onkuntíð í illveðri á opnum havi, men viðhvørt í silvitni og logn í tryggari havn.



Nú vit í dag eru savnað við minnisvarðan í Søldarfirði, so kemst ikki uttan um at nevna sluppina Immanuel, sum gekk burtur á vári í 1932 og sum vit vita raktið økið her so sera, sera hart.

Pápi mín, Georg Rasmussen, vanliga nevndur Gi, var søldfirðingur. Hann bleiv føddur á heysti hetta sama árið, sum Immanuel gekk burtur og bleiv hann uppkallaður eftir Georg hjá Gretu og Hendriki Olsen í Søldarfirði, sum fórst við Immanuel. Hesin Georg, sum gekk burtur, var dupult systkinabarn við Ellu, ommu mína í Søldarfirði og eisini besti vinmaður Arnold, abba mín í Søldarfirði. At ættarbondini vóru tøtt og vinalagið so gott og hetta, at pápi so var uppkallaður eftir hesum Georg, tað hevur gjørt, at eg upp gjøgnum tíðina havi verið mintur á hesa vanlukku. Mintur á tann hátt, at so av og á var tosað um vanlukkuna, um hendan Georg, sum pápi var uppkallaður eftir, um aðrar skyldmenn, sum eisini fórust við Immanuel, um støðuna í bygdini o.s.fr. o.s.fr.

Arnold – abbi mín – skuldi annars við Immanuel hendan túrin, men tað bleiv av ongum. Var abbi farin við Immanuel hendan túrin, ja so sigur tað seg sjálvt, at so hevði lívið í okkara familju havt verið eitt heilt annað, enn tað nú hevur verið.

Nógv er eisini skrivað um hesa vanlukku og serliga um familjurnar, sum eftir sótu. Sera rørandi frágreiðingar, hvussu lívið helt fram og hvussu konur og børn lívbjargaðu sær í hesi sváru tíð – hjálpt av Gudi og góðum fólki, sum vit stundum taka til.

Ein, sum hevur skrivað eitt brot um hesa vanlukku og tíðina eftir hana, er Kristian Osvald Viderø, prestur. Hann skrivar í bókini Eysturoyar saga, undir brotinum um Søldarfjørð,  m.a. soleiðis og við sínum serstaka málstíli:
 
Sunnuva úr Gomlustovu í Sunbø, gift Jóhan Dávidi, er nú áttati níggju ára gomul og rekkjuløgst. Tríggir synir hennara fóru við Imanuel og fjórða sonin misti hon á stríðsáunum av bardagavøldum. Men hon sær tað alt frá ævinleikans sjónarmiði. Teir vóru henni givnir av Guði, teir vóru hans, og hann havdi rætt at taka thá aftur til sín.

Og víðari skrivar Kristian Osvald:

Sama er með Rakul, systur Jóhan Dávids, áttati sex ára gomul. Rasmus, bóndi hennar, var sonur Tummasar í Hanusarstovu á Skála, ólst í Toftum og fekk trøð á Lygnesi. Tey mistu son við Imanuel. Hon er sterk í Guði. Sama tignarliga ró er yvir henni, sýnis at vera úr høvdingjabergi brotin, eins og Sunneva. Tað er eins og logn hjá henni. Hon er fullkomuliga komin í lívd av Guði. Hon sigur sætta ørindi í fjørutiunda og øðrum kapitlinum hjá Jesaja vera stórt ljós.

Og ørindi ljóðar soleiðis:

Eg, Harrin, havi kallað Teg í rættferð og tikið fast í hond Tína, Eg skal vera vernd Tín og gera teg til sáttmála fyri fólkið, til ljós fyri heidningar.

….

Hesar staðfestingar um hesar kvinnur:

Fyrst:
Men hon sær tað alt frá ævinleikans sjónarmiði!
 
Og síðani:
Hon er sterk í Gudi!

Og:
Tað er eins og logn hjá henni!

Og so:
Hon er fullkomuliga komin í lívd av Gudi!

Hesar staðfestingar –  um vit kunnu siga so –  um sálarstøðuna hjá hesum kvinnum, kunnu vit øll taka til okkum í dag, og vit kunnu kanska eisini loyva okkum at spyrja okkum sjálvi: Kann hetta sigast um okkum í dag?
 
Haldi vit kunnu siga, at hetta nemur við tað mest grundleggjandi, sum vit føroyingar eru uppfostraðir við, ja, vit kunnu siga, at hetta er tað, sum vit fáa inn við móðirmjólkini – hetta at:

·Gud er ævigur
·Gud er almáttugur
·Gud gevur frið
·Ævinleikin er ein veruleiki

Hetta er gott at hava við á lívsleiðini hjá okkum øllum og sum eini siglandi tjóð, við nógvum fólki á vandafulla havinum – so er hetta lykilin til eina innari róð, sum eingin kann taka frá okkum.

Mátti Hann, ið øllum valdar hjálpt okkum øllum í hesum at seta álit okkara á Gud, skapara Himins og jarðar.

….
 
Ja, so er enn eitt ár liðið síðani vit stóðu her seinast til minningarhald teirra sjólætnu. Og vit mugu sanna kendu orðini: Havið gevur og tekur.

Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin eitt mannalív.

Við sorgblídni og virðing nevna vit navn hansara, ið farin er:

Hergar Torbjarnarson Hansen, Leirvík, 34 ára gamal. Doyði 2. januar 2025 av vanlukku umborð á Glyvursnesi, sum lá við bryggju í Hirtshals.

Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir minnið um Hergar Torbjarnarson Hansen.

….

Latið okkum í felag biðja Faðir vár:

Faðir vár, Tú, sum ert í Himli.
Heilagt verði navn Títt.
Komi ríki Títt.
Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørð.
Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.
Og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda.
Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa.
Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir.

Amen