Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2023 08:35

Røða sum Sonja Tausen flutti fram, táið jólatræið varð tendrað í Saltangará

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Aftur í ár kunnu vit gleðast um, at vit kunnu koma saman at hoyra vakrar jólatónar frá hornorkestrinum, kórsang og at síggja stóra og vakra jólatræið verða tendrað. 
Tað er so deiligt tíðliga í novembur mánaða, at kommunan prýðir býin við ljósperum í trøum og runnum, tí tað skapar ljós og gleði í døgunum, sum nú verða styttri fyri hvønn dagin, til tað aftur gongur hin vegin, at dagurin leingist beint fyri jól. Tað er gott, haldi eg, at nakrar dagar aftaná at klokkan er flutt til vetrartíð, so tendrar jólaperurnar í býnum.
 
Eg havi havt mítt dagliga arbeiði sum lærari í Tofta skúla, og tá ið vit koma út í desember mánaða, hugsa vit nógv um at gera tað jólaligt og gera klárt til jóla. Og ein av tekstunum, sum verða lisnir fleiri ferðir, er jólaevangeliið í Lukas ev. kap. 2 
 
Í jólaevangeliinum eru hirðarnir um náttina úti á markini, og meðan teir eru har, kemur Harrans eingil í allara dýrd síni og kunngerð teimum, at Jesus barnið er føtt. Og løtan endar við, at í somu løtu var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum søgdu: …” friður á jørð og í menniskjum góður tokki”.
 
“Friður á jørð og í menniskjum góður tokki”. Eg komi at hugsa um grannar okkara fyri vestan í Grindavík, sum máttu rýma frá húsi og heimi og mugu halda jól aðrastaðni, tí undirgrundin prutlar og kókar undir teimum. Einki fáa tey gjørt við tað enn at vóna og biðja um, at tað má fara í seg sjálvt aftur. Og so hyggja vit víðari út í heim og síggja og hoyra um nógvan annan ófrið, sum er menniskjaskaptur, meðan vit her heima standa trygt og gott á okkara basalti og í einum friðarligum, góðum og væl skipaðum samfelag.
 
Men nú jólahøgtíðin stundar til, so er tað allíkavæl eitt men eisini her heima, tí hvussu hava vit tað, nú øll vøra og alt er blivu so nógv dýrari, í mun til tað var fyri nøkrum fáum árum síðani? Tað er kanska ringt, serliga hjá tykkum ungu familjum at fáa endarnar at røkka saman tann dagliga dagin, og so nú eisini at skulu fáa ráð til bæði mat, klæðir og gávur til jóla.
 
Ein av grundsúlunum í okkara lívi er,  at vit hava okkara fíggjarviðurskifti í lagi.
Omma mín var fødd í 1888 og bleiv 94 ár. Hon hevði upplivað tvey verðinskríggj. Hon plagdi at siga við meg: ”Minst til góða, at tá ið krubban er tóm, tá býtast hestarnir” . Eg hugsi, at vit í ár mugu gera okkum meira ómak at finna gleðina og lukkuna í tí, sum vit ikki nýtast at brúka pening til. 
 
Peter Plys sigur í einum citati: “Kunsten at være lykkelig, er at gøre sine glæder enkle”
 
Og ein av gleðinum er, at vit her saman kunnu gleðast um, at Runavíkar kommuna skipar fyri hesum jólatræshaldi við hornblásti, kórsangi, ljósunum á trænum og ein drekkamunni. At vit í friði kunnu standa trygt her og njóta løtuna saman.
 
Sagt verður, at søgan um jólatræið byrjaði í Týsklandi í 1500 talinum. At har byrjaðu tey at taka trø inn í salar og hallir og pynta tey við livandi ljósum og pappírspynti. Træið skuldi vera eitt træ, sum var grønt alt árið. Úr Týsklandi er so siðurin við jólatrænum komin til Danmarkar, og síðani er so siðurin komin til Føroya seinast í 1800 ella fyrst í 1900. Men tað verður ikki fyrr enn aftaná
2. veraldarbardaga, tvs. í 1940unum, at tað verður vanligt í føroyskum heimum at hava jólatræ. Og nú á døgum síggja vit pyntaði jólatrø allastaðni, har vit koma. Har summi eru verulig granntrø, og onnur eru kunstig. Hetta vakra træið er eitt veruligt granntræ, sum kommunan hevur keypt frá Kiwanis.
Søgan sigur, at fyrr fekk Runavíkar kommuna í mong ár eitt jólatræ frá Hirtshals kommunu í Danmark, men tað kom mangan fyri, at tað hevði fingið skaða á ferðini heim til Føroya, tí valdi kommunan fyri nøkrum árum síðani heldur at keypa eitt stórt jólatræ frá Kiwanis. Í 1991 blivu Egilstaðar kommuna í Íslandi og Runavíkar kommuna vinarbýir, og á hvørjum ári síðani hevur Runavík fingið eitt jólatræ frá teimum. Hetta træið hevur staðið við Glyvra kirju tey seinastu árini.
 
Í morgin er fyrsti sunnudagur í advent. Og um vit hava ein adventskrans, so er vanligt at tendra fyrsta ljósið í morgin. Í adventskransinum eru fýra ljós, sum siga frá, at í adventstíðini eru fýra sunnudagar. Í ár er fjórði sunnudagur í advent 24. desembur, og tá er jólaaftan. Advent er ein kirkjuligur siður. Adventsunnudagur er fyrsti dagur í nýggja kirkjuárinum. Advent merkir koma.
 
Í advenstíðini gera vit klárt til, at Jesus barnið fer at koma. Hirðarnir á markini fingu vitjan á náttartíð. Í jólaevangeliinum stendur, at dýrd Harrans ljómaði rundan um hirðarnar, og eingil Harrans segði við teir: “ Óttist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði….” og í somu stund kom fjøld av himmalskum herskarum av himni og søgdu:” Heiður veri Gud í hægsta himli og friður á jørð og í menniskjum góður tokki”.
 
Við hesari heilsanini frá jólaevangeliinum, sum hirðarnir fingu úti á markini, vil eg ynskja okkum øllum eina gleðiliga, friðarliga og hugnaliga adventstíð og jólahøgtíð.
 
Takk fyri