Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2023 16:00

Røða hildin av Alis Højsted, táið jólatræið í Oyndarfirði varð tendrað

Runavíkar kommuna

Tað er vakurt at koyra til Oyndarfjarðar, hvør árstíð hevur sína sjarmu, bygdin liggur mestsum fjald millum høgu fjøllini. At koma til bygdina um summarið er vakurt, sólin sendir sínar gyltu strálur yvir fjørðin og á hvørt hús í bygdini, og bygdarfólki frøðist yvir vakurleikan. 

Um veturin er eisini vakurt, hóast farleiðin kann verða buldrut í kava og frosti, ikki minni vakurt er tað at koma til bygdar hesar dagar, ta myrkastu tíð á árinum, jú bygdin boðar frá, at jólini eru í hondum.

Húsini eru vakurt skrídd við ljósum í alskins litum, og í vindøgunum hanga stjørnur og onnur ljós, sum siga okkum frá, at her búgva menniskju, sum gleða seg til jóla. Á fjørðinum liggja eisini fóðurflakar, sum so vakurt lýsa við ljósum í ymiskum litum, eitt satt ljóshav, sum møtir okkum, tá vit koma til bygda.

Fram ímóti jólum er nógv stákan, smákøkur skulu bakast, jólagávur virkast og keypast, og húsini gerast jólaklár, jú tað er ein sonn stákan bæði hjá vaksnum og børnunum við, tí vit gleða okkum øll til jóla.
 
Søgan
Tað er ein, sum hevur nógv um at vera, nú tað nærkast ímóti jólum og tað er jólamaðurin. Hjá jólamanninum verður arbeitt bæði nátt og dag, har mugu øll arbeiða um allar gávurnar skulu verða lidnar til jóla. Jólamaðurin hevur nógvar vættrar, sum hjálpa honum við hesum arbeiði, har eru bæði dreingjavættrar og gentuvættrar, og hesar vættrarnar hava næstan ikki tíð at sova, tí tað eru so nógvir jólapakkar, sum skulu pakkast inn.
Jólamaðurin er góður við allar sínar vættrar, men serliga er tað ein, sum hann er so sera góður við, og tað er vætturin, sum eitur vættra- Pætur.

Vættra- Pætur er eisini ein ógvuliga fitt vættur, men hann orkar so illa at sita stillur og pakka gávur inn, hann vil nógv heldur spæla, so viðhvørt pakkar hann onkra av gávunum upp, sum hinar vættrarnar hava pakka inn, tá rópa tær eftir honum, og siga, ”vættra- Pætur lat vera við at pakka gávurnar upp, tú bara gert fortreð”,  nei sigur vættra- Pætur, eg geri ikki fortreð, eg vil bara spæla.

Ein dagin sær vættra- Pætur ein stóran bólt, og alt í einum fær hann eitt gott hugskot. Vættra- Pætur sigur við seg sjalvan,” eg fari so beint eftir hasum bóltinum, tí so kann eg sparka bólt sjálvur”. Vættra- Pætur so ger, hann fer eftir bóltinum og byrjar at sparka, hann sparkar bóltin í veggin, hann sparkar bóltin í gólvið. Men so við eitt vekk, so springur bólturin upp undir loftið, niður á gólvið, og upp undir aftur loftið, og tað endar við, at bólturin fer hoppandi eftir høvdunum á øllum vættrunum og endar í jólagreytinum, sum stóð á borðinum hjá jólamanninum, hetta var eitt grúviligt skil, jólamaðurin var tann beri jólagreytur um alt andlitið.

Tá vættra- Pætur sær skilið, hugsar hann, ”nú er best, at eg sleppi mær vekk, tí nú verður jólamaðurin óður við meg”, og hann fer spakuliga gangandi burtur, men beint tá rópar jólamaðurin, ”vættra- Pætur kom tú her inn til mín”. ”Nú verður tað”, hugsar vættra- Pætur, nú fer jólamaðurin helst at skelda meg fyri tað, sum eg havi gjørt. Hann tordi næstan ikki at fara inn til jólamannin, men fór kortini.

Vættra- Pætur biður um fyrigeving fyri tað, hann hevur gjørt, og spyr jólamannin, um hann nú fer at skelda seg, men jólamaðurin sigur: ”nei vættra- Pætur, einki fari eg at skelda teg, eg veit, at tær dámar so væl at spæla, og viðhvørt tá man spælir, so kann okkurt sum hetta henda, men vættra- Pætur, eg ætlaði at fáa teg at gera eina uppgávu fyri meg”.
Ja, sigur vættra- Pætur, ”eg vil fegin gera okkurt fyri teg, bara eg sleppi undan at pakka gávur inn”.
”Vættra- Pætur, eg vil hava teg at fara til Oyndarfjarðar og vita, um allir skorsteinarnir eru nóg stórir, so eg sleppi ígjøgnum teir við gávunum, tú skalt kannað skorsteinarnar á teimum húsunum har børn búgva, og í teimum húsunum, har børn plaga at ferðast”. Vættra- Pætur var so heppin, at hann slapp við sletuni hjá jólamanninum, við reinsdjórunum spentum fyri.

Vættra- Pætur kom til Oyndarfjarðar í øllum góðum, meðan hann kemur gangandi ímóti bygdini, møtir hann einum veðurlambi, ”gott kvøld” sigur veðurlambi, og vættra- Pætir svarar aftur ”gott kvøld”, veðurlambið spyr,” hvør ert tú?”, vættra- Pætur sigur veðurlambinum hvør hann er, og sigur frá ørindum sínum í Oyndarfirði. Vættra- Pætur spyr veðurlambið hvør hann er, og veðurlambið svarar, ”jú eg eiti Kaj Olesen”. Men sig mær spyr Kaj Olesen, ”ert tú komin gangandi einsamallur til bygda í hesum myrkrinum”? 

”Nei sigur vættra- Pætur, eg havi ikki gingið, men eg eri flogin við sletuni hjá jólamanninum”. ”Javel” sigur Kaj Olesen, ”eg kenni eina konu her í bygdini, sum eisini dugir at flúgva” sigur Kaj Olesen, nú gjørdist vættra- Pætur spentur, og spyr, ”kanst tú so vísa mær reinsdjórini hon hevur”?, men Kaj Olesen sigur honum, at hendan konan flýgur ikki við reinsdjórum, men at hon fer inn í ein stóran fugl, og síðani flýgur hon avstað. Hetta hevði vættra- Pætur ikki hoyrt um fyrr, men takkar fyri prátið, tí hann má fara víðari inn í bygdina.

Komin eitt sindur longri inn í bygdina hittir hann ein hana, ”gott kvøld” sigur vættra- Pætur, ”gott kvøld” sigur hanin. Hví haltar tú so illa tá tú gongur? spyr vættra- Pætur, tað skal eg so væl siga tær, ”tað eru hønurnar, tær eru so treiskar viðhvørt, eg skuldi fara eftir einari, at fáa hana í song, tí seint var vorðið, men eg gjørdist fastur í hegninum og fekk skaða í beini, so nú kalla tey meg Brotna bein”.

Nú fer vættra- Pætur víðari gjøgnum bygdina, hann fór ígjøgnum allar skorsteinarnar, og væl gekk. Tann fyrsta skorsteinin hann fór ígjøgnum, datt hann á eina kettu, og tað gjørdist ein forferdilig mjavan. Í næsta húsinum fór ein hundur at goyggja so hart, at vættra- Pætur mátti biðja hann tiga, so han ikki vakti øll í húsinum.
Tá vættra- Pætur kom til tey síðstu húsini, var hann so móður og svangur, so hann fór at leita runt í húsinum at vita, um hann fann nakað at eta. Tá hann kom inn í stovuna, tá sá hann eina stóra skál á borðinum, í skálini vóru mandarinir, súreplir og karamellur.

Tá vættra- Pætur hevði etið alt, var hann mettur og hevði stóran búk, hann legði seg á sofuna í stovuni og sovnaði. Tá hann vaknaði aftur, stóð jólamaðurin uppi yvir honum, jólamaðurin smíltist, og segði við vættra- Pætur, ”eg eri so glaður fyri, at tú hjálpti mær við at kannað allar skorsteinarnar í Oyndarfirði, og aftur fyri skalt tú sleppa við mær í sletuna, tá eg fari at geva børnunum gávurnar á jólum”.

Vættra- Pætur var bæði glaður og stoltur, at sleppa við jólamanninum at deila gávur út.
 
Hví halda vit so jól, jú vit halda jól, tí at Jesus var føddur.  Á sama hátt sum hesin dagurin upprann, at vit tendra jólatræið, á sama hátt upprann eisini ein dagur í Guds ríki, tá Gud segði, at nú hevði hann útvalt eina kvinnu (Mariu), at føða son sín í heimin, og Lukas Evangelistur sigur okkum so vakurt frá um hetta:

Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann, og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.

Jesus kom í hendan heim sum eitt lítið barn, men hann var ikki liggjandi í krubbuni, men mentist og gjørdist maður.
Jesus fekk eina uppgávu at gera, og uppgáva hansara var og er enn, at siga menniskjum frá um seg sjálvan, um Faðirin og um Guds ríki. Jesus kom í hendan heim fyri at frelsa fólkið frá syndum teirra.

So kenna vit so væl, frásagnirnar um Jesu frelsuætlan, og um krossfestingina, og at Jesus nú er heima aftur í Guds ríki.
So nú bíða vit eftir aðru komu hansara, eins og hann hevur lovað, og meðan vit bíða, so fyrireika vit okkum, at minnast hann á jólum.

Gævi at vit eru eitt fólk, sum altíð hevur rúm fyri Jesusi, bæði í hjørtum okkara og í heimum okkara, og gævi at vit eru eitt fólk, sum ikki bert minnast Jesus á Jólum, men hvønn dag, og allar dagar.
 
Við hesum  orðum fari eg at takka fyri meg, og ynskja okkum øllum eini góð og gleðilig jól í Jesu navni.