Løgmansskrivstovan
Í dag flutti løgmaður fram røðu í sambandi við minningarhaldið fyri teimum sjólátnu á allahalganna degi 1. november.
Røðan kann lesast her:
Góðu tit øll,
Vit savnast í dag at minnast tey sjólátnu, sum ikki longur eru millum okkum.
Føroyar bera nógvar sorgarsøgur.
Ein av teimum er nýliga drigin fram aftur í leikinum “Upphav” – skrivaður og framførdur av Gunnvá Zachariasen.
Hetta er um hin stóra vanlukku- og sorgardagin í Hesti 1. apríl í 1919.
Ellivu menn lótu lív tann dagin.
Havið, sum hevði givið teimum føði og arbeiði, tók eisini teirra lív.
Men hendingin livir ikki bara sum eitt minni um at missa.
Hon heldur fram at anda – gjøgnum list og gjøgnum frásøgn.
Gunnvá Zachariasen sigur, at leikurin tekur støði í hennara formøðrum, sum sótu eftir.
Hennara uppruna.
Leikurin er ein sterk og rørandi áminning um, at vanlukkan í Hesti ikki bert er søgan um menninar, sum druknaðu – men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir.
Um styrkina í sorgini og um lívið, sum helt fram, hóast svára pínu.
Tríggir bátar fóru avstað: tvey seksmannafør og eitt fýramannafar.
Stormur og streymur drógu bátarnar frá landi.
Óttin breiddi seg gjøgnum bygdina.
Og dagar fóru við vón.
Við ótta.
Og síðani kom tøgnin.
Men mitt í hesum myrku frásøgnum stendur eisini nakað annað:
Har stendur dirvi.
Har stendur samanhald.
Har stendur menniskjanna vilji til at leita, at vóna og at trúgva.
Og har stendur kærleiki – ein kærleiki, sum yvirlivir sjálvt harðastu stormarnar.
At minnast snýr seg ikki bara um at varðveita fortíðina – men um at lata fortíðina liva í okkum.
Tí eiga vit á hesum minnisdegi ikki einans at syrgja – men eisini takka.
Takka teimum, sum fóru undan.
Tey, sum ikki longur kunna lýsa, mugu vit bera í hjørtum okkara.
Tey, sum ikki longur kunnu tala, mugu vit tala fyri.
Og tey, sum eru farin, mugu vit minnast.
Síðan allahalgannadag í fjør er ein føroyingur farin á sjónum:
Hergar Torbjarnarson Hansen, Leirvík, 34 ára gamal, doyði 2. januar 2025 av vanlukku umborð á “Glyvursnes”, sum lá við bryggju í Hirtshals.
Við hesum orðum fari eg, vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina, at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava.
Saman drýpa vit høvur í sorg.
Friður veri við minni hansara.

