Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2025 15:36

Ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum í Føroyum

Løgmansskrivstovan

Mánadagin 16. juni og týsdagin 17. juni verða ávikavist ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum. Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og hesa ferð verða teir hildnir í Føroyum. 

Um ársskiftið yvirtóku Føroyar formansskapin í samstarvsráðnum.

“Tað hevur týdning, at londini møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit arbeiða saman á fleiri økjum, ikki minst nú trygdarpolitiska støðan í heiminum er broytt. Haraftrat skulu vit eisini tosa um ríkisrættarligu viðurskiftini millum londini. Sum áður sagt, so arbeiða vit miðvíst eftir, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir.”, sigurAksel V. Johannesen, løgmaður.

Á ríkisfundinum luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og formaðurin fyri Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

Síðani verður fundur í samstarvsráðnum dagin eftir. Á fundinum skulu londini millum annað umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

Hesi luttaka á fundinum í samstarvsráðnum

Føroyar

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

Danmark

Mette Frederiksen, forsætisráðharri

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

Grønland

Jens-Frederik Nielsen, formaður fyri Naalakkersuisut

Múte B. Egede, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og granskingarmálum