Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.01.2026 12:52

Ríkisfundur í morgin: Føroyar stuðla Grønlandi

Mynd: Løgmansskrivstovan

Løgmansskrivstovan

 dag, 13. januar, fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Keypmannahavnar á ávegis ríkisfund og fund í samstarvsráðnum. Fundurin verður hildin í morgin, 14. januar.

Hetta er triðju ferð, at skipað verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánað. Fyrstu ferð var í 2024.

Grønland yvirtók um ársskiftið formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða tí í Grønlandi í juni.

“Støðan er tann, at stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum. Í seinastuni hevur orðaskiftið snúð seg um framtíðina hjá Grønlandi. Tað hevur týdning fyri meg at endurtaka boðskapin frá í fjør og siga beinleiðis við stjórnina í Grønlandi, at Føroyar stuðla Grønlandi, og at grønlendska fólkið – og eingin annar – eigur avgerðina um framtíðina hjá Grønlandi.”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.