Ferðavinnulógin ella málið um gongd í haga hevur nú “virkað” í nøkur ár. Men enn er langt ár mál, um lurtað verður eftir fólkið sum hevur fingurin a pulsinum.
Ein av teimum er bóndin í Saksum, Jóhan Jógvansson, sum sær bygdina og hagarnar fyltar við útlendskum ferðafólkum mest sum alt árið. Serliga um summarið.
Í viðmerking á Facebook setur hann spurningin um galdandi lóg virkar og hvussu tað hevur eydnaðst.
Hann skrivar soleiðis:
Ferðavinnulógin í verki..
Ferðavinnulógin hjá Høgna Hoydal hevur nú virka í tvey ár.
Í lógini stendur m.a.
§ 5. Uttan mun til ásetingina í § 3 kann handilslig ferðavinna bara útinnast og skipast í samráð við bóndan.
Eg kann so heilsa, at í Saksun er ikki komin ein tann einasti ein fyrispurningur og tíðansheldur nøkur avtala hesi tvey árini hon hevur verið í gildi.
Hetta vistu øll, uttan toppasmøl tjóðveldisfólk, at hetta fór at verða úrsliti.
Tað sum vit uppliva við ferðavinnu í dag, er bara verri eftir mislukkaða lógarsmíði hjá undanfarnu samgongu.
Tað sum vit hava fingið burturúr, er tað sum sæst á filmsbrotinum um tú hyggur væl eftir. Ein franskur ferðaleiðari ið ongantíð áður hevur gingið til Tjørnuvíkar, fer við einum hópi av amerikanarum, pressandi í fjøllini í kjaftsvørtum mjørka, kanska í stórsta gsm leysa umráðið vit hava í føroyum.
Men akk, í tað minsta er gjaldsportrið burtur, eins og melin og sandbakkarnir eisini eru tað. Og pengarnir í París.
Her niðanfyri kann videobrotið síggjast við teimum útlendskum ferðafólkunum mitt í mjørkanum:
https://www.facebook.com/reel/1660547795095398
